Føroyar og Ísland eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi. Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hitti Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran í Reykjavík í dag.
Eitt, tey tosaðu um, var russisku innrásina í Ukraina og hvørjar búskaparligu avleiðingar innrásin hevur fyri Føroyar og Ísland, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi beint nú.
Bæði Føroyar og Ísland taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina og tey bæði samdust um, at føroyskir og íslendskir myndugleikar skulu fara undir eina tilgongd fyri at tryggja, at vitanin í sambandi við flóttafólk, skulu koma báðum pørtum til gagns.
Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eru eisini á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísland, tá ið tað snýr seg um handil, gransking, mentan og útbúgving.
Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag, málsliga, mentanarliga, søguliga og sum samfeløg við felags áhugamálum í Norðuratlanshavi. Mongu felags áhugamálini eru haldgott grundarlag undir einum framhaldandi góðum samstarvi.
– Harðrenda russiska innrásin í Ukraina hevur álvarsamar avleiðingar fyri okkum í Norðuratlantshavi. Ísland er okkara brøðratjóð, og tí er tað avgerandi, at vit alsamt styrkja samstarvið og sambandið við Ísland, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í fráboðanini í dag.
– Við stóru broytingunum úti í heimi í huga, hevur tað stóran týdning, at vit leggja nógv fyri at finna eitt felags stev við allar okkara grannar í Norðuratlantshavi, leggur hann afturat.