Tað hevur størstan týdning at skúlin kemur

– Vit vildu helst, at skúlin varð bygdur í Sortudíki, men vit mugu virða eina politiska avgerð, sigur Bo Isholm, stjóri í Tórshavnar Musikkskúla

Býráðið samtykti í gjárkvøldi at flyta musikkskúlan, sum eftir ætlan skuldi byggjast í Sortudíki – út á eitt stykki hjá kommununi við Landavegrin.

 

Skúlin verður bygdur á økið, sum honbóltsfelagið Neistin átti, og har ætlanin einaferð var at byggja eina stóra dupulta ítróttarhøll. Tann ætlanin er slept, og nú verður musikkskúli í staðin bygdur á hetta stykkið, sum er planerað.

 

Kjakið um musikkskúlan fylti nógv á býráðsfundinum í gjárkvøldi.

 

Jógvan Arge legði fram broytingaruppskot um at varðveita ætlanina um at byggja skúlan í Sortudíki, men tað uppskotið fall.

 

Tá tað uppskotið varð felt, tóku allir 13 býráðslimirnir undir við at byggja nýggja musikkskúlan við Landavegin.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini sigur, at skúlin kann standa liðugur um hálvtannað ár. Men hesum ivast aðrir býráðslimir í, tí har skal broytast byggisamtykt, eins og skúlabygningurin nú skal lagast til økið har.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Bo Isholm, leiðara fyri Tórshavnar Musikkskúla.