Eftir at arbeiðið hevur staðið upp á í seks ár, hevur Tórshavnar Havn nú loksins yvirtikið nýggju Skansabryggjuna. Tað hendia miðdegi í dag tá ið J&K Petersen handaði Tórshavnar Havn alla tað nýggju Skansabryggjuna.
Arbeiðið byrjaði í 2016 og J&K Petersen hevur verið høvuðsarbeiðstakari. Arbeiðið fevndi um at gera av umleið 1.000 metrar av nýggjum brimgarði, spunskai, bryggjuøki og ymsar tekniskar installatiónir.
Við hesi útbyggingini hevur Tórshavnar havn fingið umleið 900 metrar av kajkanti afturat við 15 metra dýpi. Bryggjuøkið á Skansabryggjuni er vaksið umleið 95.000 fermetrar, soleiðis at tað í dag er umleið 157.000 fermetrar stórt.
Til arbeiðið eru farin umleið 3,4 milliónir kubikkmetrar av gróti, ið eru førd inn við grótbáti frá grótbrotinum á Glyvursnesi. Tilsamans kostar arbeiðið 535 milliónir, sum eru einar 70 milliónir meiri enn ætlanin var at tað skuldi kosta.
Arbeiðið er seinkað umleið hálvtannað ár, eitt nú tí at trupulleikar tóku seg upp við bóltunum, sum hildu bryggjuni, tí teir slitnaðu. Men nú er alt tað arbeiðið gjørt um aftur.
Men herfyri segði Karl Johansen, formaður í Havnanevndini hjá býráðnum, við Sosialin, at í veruleikanum er havnarlagið longu ov lítið og tí verður neyðugt at byggja enn meiri út. Og tað er ein spurningur, sum verður tikin upp nú. Formaðurin í Havnanevndini sigur, at sostatt verður hetta ein spurningur, sum verður tikin upp eftir nýggjár.
Hann sigur, at í hesum sambandi verður neyðugt at byggja havnarlagið út longur norður eftir, fram við Skansanum, og longri út. Men hvussu langt út tey fara, er støða ikki tikin til enn.
Umframt at fáa meiri havnarpláss, er ein fyrimunur eisini, at tað verður ein bátahylur ímillum havnarlagið og Skansan - og tað er eisini tørvur á tí, sigur hann. Samstundis fara krøv at verða sett til, hvussu høgt tað kann stáplast, og byggjast á hesum partinum av bryggjuni fyri ikki at taka útsýnið av Skansanum.