Tað hevur irriterað meg leingi

Tað eru fólk í Føroyum, sum misbrúka skipanina

- Tað eru avgjørt vinnulívsfólk, sum misbrúka støðuna.

 

Tað staðfesti Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir um at tað skal bera til at seta vinnulívsfólk, sum fara á heysin, í karantenu, so at tey ikki sleppa at vera virkin í vinnulívinum aftur í trý ár.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at her er ikki talan um vinnulívsfólk, sum fara heiðurliga og reiðuliga á heysin, tí tað kann altíð henda.

 

Her er talan um at seta fólk í karantenu, sum grovliga misbrúka sína skyldur mótvegis felagnum, tey eru í, ella ímóti teimum, sum eiga pening til góðar hjá teimum.

 

Og Poul Michelsen, vísir á, at tey allarflestu umsita síni feløg við skili og hetta uppskotið rakar ikki tey. Men tað eru eisini nøkur, sum misbrúka skipanina, sum misbrúka tað álitið tey hava fingið.

 

- Og tað kunnu tey, ótarnað, gera í fleiri umførum. Og tað hevur eisini irriterað meg, at summi sleppa væl frá tí, fleiri ferðir, og sleppa undan eini skuld, men stovna so bara eitt nýtt felag.

 

Hann sigur, at eitt uppskot sum hetta avgjørt sín tilverurætt, tí tað kann føra til, at tað ber til at rudda út, og forða fyri, at vinnulívsfólk síggja sær ein vinning í at koyra feløg á húsagang, og síðani byrja av nýggjum undir øðrum navni.

 

Eisini Bill justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, ásannar, at hetta er eitt fyribrigdi, sum er í Føroyum.  

 

- Og tað avlagar kappingina, tí tey, sum misbrúka lógina, fáa ein fyrimun framum tey, sum arbeiða undir skipanini.

 

- Tað er ótrúliga sárt hjá heiðurligum vinnulívsfólki at missa í kappingini ímóti einum, sum misbrúkar skipanina, heldur Bill Justinussen.

 

Hann staðfestur, at tað ber til at yvirliva sum vinnulívsfólk rættiliga leingi, uttan at halda sínar skyldur, og tær reglur, sum eru galdandi.

 

- Tað er ikki ílagi, at vinnulívsfólk ikki røkja sína skyldu, men so stovna tey bara eitt nýtt felag við pengum, sum onnur í roynd og veru eiga, leggur hann afturat.