Føroya Rættur varðhaldsfongslaði í gjár ein útlending, sum sambært einari føroyskari kvinnu hevur gjørt seg inn á hana á einum wc á einum skeinkistaði í Havn.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er ikki um neyðtøku, men um tað, sum rópt verður "anden kønslig omgang".
Talan er um fólk, sum eru í 20-unum.
Kvinnan sigur, at maðurin tvingaði hana at gera nakað, hon ikki ynskti at vera við til, og tí meldaði hon tilburðin, sum var farin fram á wc'inum.
- Tá vit komu á skeinkistaðið, var maðurin farin, og tað tók okkum átta tímar at finna hann. Nú er hann so varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, meðan vit arbeiða við málinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at kvinnan segði seg vera tvungna at vera við til nakað, hon ikki ynskti at vera við til, og slíkt er ólógligt og rættiliga álvarsligt.