Tað gongur væl við nýggju útstykkingini, sum Articon ger í Leirvík.
- Nú er komið so mikið langt við arbeiðnum, at asfalt verður lagt á vegirnar, siga tey í Eysturkommunu.
Av øðrum arbeiði, sum skal gerast í samband við hesa útstykking, er tað mesta longu gjørt.
- Her er talan um eitt nú avgrevstur, planering, kloakk-og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum.
Í Eysturkommunu siga tey, at samstarvið við Articon, Teknistovuna í Gøtu, El-Teknik, EM Asfalt, SEV og Net hevur verið sera gott.
- Arbeiðið skuldi verða liðugt í september í ár, men hevur gingið so mikið væl, at tað verður liðugt longu í summar, verður lagt aftrat.
##med2##













