11. umfar í bestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Sammett við undanfarnu ferðirnar er tað øðrvísi í dag, at fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 15.
Innanhýsis uppgerðirnar í dag vera tær somu, sum tær vóru í fyrsta umfari. Munurin er tann, at í øllum dystunum verður tað liðið á útivølli, sum í fyrsta umfari átti heimavøll. Undantakið er dysturin millum Víking og TB. Tá ið tey hittust í fyrsta umfari, var tað eisini í Sarpugerði í Gøtu.
Fýra av fimm teimum ovastu á støðutalvuni eiga heimavøll ídag.
Tað einasta av fimm teimum ovastu, sum í dag fer út at ferðast, er HB, sum riggar til at fara til Runavíkar.
Landnyrðingurin vil ikki sleppa takinum. Hann kennist meinastur norðarlaga í landinum, og í dag vera allir dystirnir í norðureysturøkinum.
Sambært DMI verður tað skýggjað loft, hitin verður umleið seks stig, vindferðin verður 5 – 8 metrar um sekundið, og tað kann vera, at tað í onkrum støðum fer at kennast úr honum.
KÍ – B68: Petur Reinert kl. 15.00
ÍF – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Víkingur – TB: Bjarki Danielsen kl. 15.00
NSÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
B36 – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
|  
 KÍ  |  
 10  |  
 9  |  
 1  |  
 0  |  
 40  |  
 4  |  
 28  | 
|  
 HB  |  
 10  |  
 7  |  
 2  |  
 1  |  
 30  |  
 7  |  
 23  | 
|  
 NSÍ  |  
 10  |  
 6  |  
 2  |  
 2  |  
 21  |  
 12  |  
 20  | 
|  
 Víkingur  |  
 10  |  
 5  |  
 4  |  
 1  |  
 23  |  
 10  |  
 19  | 
|  
 B36  |  
 10  |  
 4  |  
 4  |  
 2  |  
 18  |  
 12  |  
 16  | 
|  
 EB/Streymur  |  
 10  |  
 2  |  
 3  |  
 5  |  
 9  |  
 17  |  
 9  | 
|  
 ÍF  |  
 10  |  
 2  |  
 2  |  
 6  |  
 13  |  
 31  |  
 8  | 
|  
 07 Vestur  |  
 10  |  
 2  |  
 1  |  
 7  |  
 12  |  
 38  |  
 7  | 
|  
 B68  |  
 10  |  
 1  |  
 3  |  
 6  |  
 12  |  
 24  |  
 6  | 
|  
 TB  |  
 10  |  
 0  |  
 2  |  
 8  |  
 6  |  
 29  |  
 2  | 











