Tað gongur eftir hæli við kvinnuumboðanini

Demokratia vónar at fáa góð prát við fólk um týdningin av kvinnuumboðan í føroyskum politikki.

Bjørg Jacobsen, skrivari hjá Demokratia, sigur, at tey hava verið á Fólkafundinum hvørt ár, og at hetta er vorðið eitt slag av siði.

- Vit royna at vera sjónlig, har fólk eru. Hóast vit hava eina skrivstovu, so koma fólk sjáldan at vitja. Og tá fólk ikki koma til okkum, mugu vit fara til fólkið. Fólkafundurin gevur okkum møguleikan til júst hetta, at náa fólk, sum annars ongantíð seta seg í samband við okkum, sigur hon.

 

Demokratia er ein nevnd, útnevnd av Løgtinginum, sum skal virka fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki, og á hendan hátt at økja um talið av kvinnum í kommunustýrum og á Løgtingi. Føroyar eru ein eftirbátur á hesum økinum, um samanborið verður við hini Norðurlondini.

 

Bjørg Jacobsen sigur, at torført er at meta um, hvussu arbeiði hjá nevndini hilnast.

- Einasta veruliga barometrið vit hava, eru kommunu- og løgtingsval, sum sum kunnugt eru 4. hvørt ár. Um vit hyggja at seinasta vali, sum var kommunuvalið í 2012, so mugu vit ásanna, at tað gongur aftureftir. Umboðanin av kvinnum í kommunustýrum um landið minkaði við hetta valið, sigur Bjørg Jacobsen. Næsta ábendingin fæst á komandi løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi um eitt ár.

 

Avbjóðingin við at fáa kvinnur í føroyskan politikk er tvíføld. Fyrsta avbjóðingin er, at fáar kvinnur stilla upp til val. Onkuntíð er trupulleikin, at ov fáar bjóða seg fram, aðrar tíðir, at tær ikki sleppa framm at. Aðrastaðni hevur verið upp á tal, at lógarfesta, hvussu stórur partur av valevnunum skulu vera kvinnur, men Bjørg Jacobsen sigur, at Demokratia ikki er komið til nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Nevndin í Demokratia er samansett av umboðum fyri allar flokkar á Løgtingi, umframt fleiri felagsskapir, og tí kann ofta vera torført at semjast um eina niðurstøðu, sigur Bjørg Jacobsen.

 

Hin avbjóðingin er, at fáa fólk at velja tær kvinnur, ið stilla til val.  Aftur her eru orsøkirnar ymiskar, hví tað ikki eydnast, men ofta verður víst á, at fólk hava lyndi til at velja nøvn, tey kenna framman undan. Eitt stutt valstríð, sum vit hava í Føroyum, og tað, at flokkarnir gera lítið burtur úr øðrum valevnum millum valini, ger tað torført hjá teimum kvinnum, ið ikki hava vunnið seg framm longu, at skara framm úr í stóra massanum av valevnum.

 

Á Fólkafundinum vónar Demokratia at koma í prát við fólk um hesar trupulleikarnar. Á básinum hjá teimum fara tey at skipa fyri kappingum og spurnarkanningum, og møguleiki verður fyri at vinna gávukort og annað. Bjørg Jacobsen sigur, at hetta verður gjørt, fyri at lokka fólk til básin, og vónandi spyrjast nøkur góð prát burtur úr.