Tað gekk ikki móti Serbia – taptu 27-30

Føroyar taptu fjórðingsfinaluna ímóti Serbia

 

Elias á Skipagøtu Mynd: EHF

So gekk tað ikki meira. Serbia var ein ov tungur burður fyri føroysku U-21 hondbóltsleikararnar.

Føroyingar komu ongantíð á odda í dystinum ímóti Serbia í fjórðingsfinaluni í HM í U-21 í Berlin.

Hóast føroyingar vóru aftanfyri við sjey málum tíðliga í seinna hálvleiki, so eydnaðist at koma afturíaftur, og tá fimm minuttir vóru eftir vóru bara tvey mál á muni.

Serbiska liðið er eitt gott lið, og føroyingarnir fingu ongantíð rættilig fatur á teimum. Føroyska liðið var spátt at vera favorittur, men teir fótaðu sær ongantíð í dystinum. Serliga fyrri hálvleikur var lakur, og so var hetta uttan iva ein av teimum gitnu døgunum, har liðið ikki spældi upp á sítt besta.

Málverjin hjá Serbia varð kosin besti leikarin í dystinum, og tað var uttan iva uppiborið, tí hann kláraði seg sera væl. 

 

##med2##

Hóast føroyingar stríddust manniliga, so eydnaðist tað ikki. Tó so, føroyska liði er í topp 8 í heiminum og tað er altso ein dystur um at spæla í hálvfinaluni, sum Føroyar hava tapt. 

Næstu dystir eru so um plasering sum heimsins besta lið á plássunum frá 5-8 – og sjálvandi fara teir eftir at gerast fimta besta lið í heiminum.

 

Føroyar : Elias Ellefsen á Skipagøtu 9,  Óli Mittún 5, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4,  Janus Dam Djurhuus 3, Pauli Mittún 2, Ísak Vedelsbøl 2, Hákun West Av Teigum 1, Sveinur Olafsson 1.

 

Serbia : Miloš Kos 7, Boško Stanisavljević 7, Mateja Dodić 4, Dušan Šmigić 2, Nikola Zečević 2, Simo Šijan 2, Vukašin Antonijević 2, Branko Predović 2, Luka Rogan 2.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Elias á Skipagøtu Mynd: EHF