Tað gekk ikki heilt sum tað skuldi

- Vit fóru at sigla heim á middegi í dag og hava fulla last, 149 tons, sigur Símun í Vátutoft umborð á Ågot.

- Tá vit høvdu etið døgurða í dag, fóru menn at skera kjálkar og lippir, sigur Símun í Vátutoft umborð á Ågot.

Nú línukvotan á Flemish Kap er uppfiskað, hevur In.fo frætt frá einum av manningini umborð á frystilínuskipinum Ågot, Símuni í Vátutoft.

- Vit fóru at sigla heim á middegi í dag og hava fulla last, 149 tons. Nakað er eisini av kalva, eini 2600-2800 pund tilsamans.

Símun í Vátutoft sigur, at hóast nógvur fiskur hevur verið at fingið á Flemish Kap, hevur tað ikki gingið heilt eftir ætlan hjá Ågot og manningini.

- Frystaríið riggaði ikki, sum tað skuldi, men við góðum vilja gekk tað fylla lastina. Frystingin tók longri tíð, enn hon átti. Hvør frystari tók umleið fimm tímar í staðin fyri fýra. Tað merkir fleiri tons um samdøgnið.

Símun í Vátutoft sigur, at veðrið er gott, nú teir eru byrjaðir at sigla, og teir rokna við at verða heima í Føroyum um eini átta samdøgur.

- Tá vit høvdu etið døgurða í dag, fóru menn gongd við at skera kjálkar og lippir. Eisini er nakađ av fiski tikin til at hanga upp at ræsa.

Símun í Vátutoft sigur, at kalvarnir, sum teir hava fingið, verða skornir sundur, so allir fáa nakrar bitar við til hús.