Tað gekk akkurát hjá ÍF

1. DEILD: Hóast nógvar royndir ímóti málinum varð einasta málið skorað við brotssparki

Karl Løkin er liðformaður í ÍF, sum hevur kós ímóti uppflyting

ÍF vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti Undrið FF. Hálvleiksstøðan var 1-0. Einasta málið varð skorað tíggju minuttir undan steðginum. Tað var við brotssparki, sum Hans Jákup Lervig umsetti til mál.

 

Sigurin ber við sær, at ÍF eftir fýra umfør og við liðformanninum Karl Løkin á odda hevur fulla úrtøku. ÍF hevur 12 stig, og fuglfirðingar hava longu tikið stórt stig á vegnum ímóti uppflyting og at vinna plássið í bestu deildini aftur, sum ÍF í fjør misti.

 

Enn er einki mál farið ígjøgnum hjá Tóri Traðará, og ÍF hevur skorað 13 mál.

 

Avbjóðararnir at flyta upp eru B71, TB og Undrið, sum ávikavíst hava 8, 6 og 4 stig.

 

Tølini siga, at ÍF var greitt omaná. ÍF hevði 11 hornaspørk, og Undrið vann tvey hornaspørk.

 

ÍF hevði 12 royndir á og framvið málinum, og Undrið hevði fimm royndir á og framvið málinum.

 

ÍF hevði seks stórar málmøguleikar, og Undrið FF hevði ein stóran málmøguleika.

 

Kappingin er framvegis ung, men leygardagin hevur ÍF góðan møguleika at taka stórt stig ímóti bestu deildini, tá ið B71 verður gestur í Fløtugerði.

 

Uppflytararnir í Undrið FF hava eftir fýra umfør fýra stig. Leygardagin fáa teir vitjan av KÍ, sum er næstfremst við 10 stigum.

 

 

 

ÍF – Undrið FF 1-0 (1-0)

 

1-0: Hans Jákup Lervig br 34.

 

 

 

Víkingur – 07 Vestur 3-1 (3-1)

 

1-0: Magnus Heinason 14.

 

2-0: Magnus Heinason 15.

 

3-0: Rani Hansen 19.

 

3-1: Ragnar Weihe br 27.

 

 

 

NSÍ – TB 3-2 (0-0)

 

1-0: Jóel Jacobsen 67.

 

2-0: Dávid á Roykheyggi 73.

 

3-0: Marjus Nón 80.

 

3-1: Jens Erik Bruhn 85.

 

3-2: Mikkel Blåholm 95.

 

 

 

HB – KÍ 0-6 (0-2)

 

0-1: Dávid B. Andreasen 25.

 

0-2: Jákup N. Vilhelmsen 29.

 

0-3: Kristoffur Jakobsen 51.

 

0-4: Dávid B. Andreasen 55.

 

0-5: Ari Mini Jacobsen 80.

 

0-6: Jóhan Waag Høgnesen 82.

 

 

 

B36 – B71 0-3 (0-2)

 

0-1: Tijani Mohammed 27.

 

0-2: Hans Hentze 35.

 

0-3: Ágúst Jens Birgisson 84.

 

 

 

ÍF440013012
431020410
B714220728
Víkingur42111187
TB4202656
HB42027136
Undrið FF4112344
NSÍ41124154
07 Vestur40043110
B3640041130

 

 

 

Máltindurin

 

Pætur J. Petersen HB5
Ari Mini Jacobsen KÍ4
Hans J. Lervig ÍF4
Magnus Heinason Víkingur3
Mikkel Blåholm TB3

 

 

 

5. umfar

 

Fríggjdagin 8. apríl

 

B36 – Víkingur

 

Leygardagin 9. apríl

 

ÍF – B71

 

07 Vestur – TB

 

Undrið FF – KÍ

 

HB – NSÍ  

 

 

 

Karl Løkin er liðformaður í ÍF, sum hevur kós ímóti uppflyting