Ein orsøk til, at størri virksemi ikki er á landingarmiðstøðunum kring landið, er, at tað eru ov fá línuskip eftir í føroyska fiskiskipaflotanum.
Niclas Davidsen, sum er ein av monnunum aftan fyri Landingarmiðstøðina við Toftagjógv, sigur, at tað serliga eru línuskipini, sum hava skapt arbeiði á landingarmiðstøðunum.
- Men, nú línuskipini eru so nógv færri í tali, er virksemið á landingarmiðstøðunum eisini har eftir.
Hann vísir á, at tá Landingarmiðstøðin við Toftagjógv landar tvey skip samstundis, eru vanliga eini 35 fólk til arbeiðis.
- So, hetta virksemið betýðir ikki einki, leggur Niclas Davidsen aftrat.
Sambært greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar, vóru línuskipini 22 í tali í 2008, men í 2012 vóru tey bert 16 - ella seks færri.
- Ársverkini í línuskipaflotanum vóru 292 í 2008, men í 2012 vóru tey bert 220 í tali, sigur grannskoðaravirkið Januar í sínari greining.