Sparingarnar, sum samgongan ger í fíggjarlógini fyri næsta ár, ganga ímóti ynskinum sum samgongan áður hevur boðað frá um vøkstur og vælferð. Tað sgur Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí niðurstøðan hjá teimum er, at samgongan arbeiðir ímóti tí, hon sjálv hevur boðað frá.
Arbeiðsgevarfelagið minnir á, at løgmaður hevur stovna eina nevnd, eitt vakstrarforum, at gera tilmæli um, hvussu vit, á burðardyggan hátt, skapa størri virði í føroyska samfelagnum, tí tað er grundarlagið undir framhaldandi vælferð.
Nú fyriliggur eitt úrslit av tí og í tí sambandi eru nøkur øki vald, har tað ber til at virðisøkja samfelagsvirðini munandi. Talan var um fiskivinnu, kunningar- og samskiftistøkni, ferðavinna, veitaravinnu og útbúgving og arbeiðsmarknaður. Gjøgnumgangandi fyri tey tilmælini er, at dentur verður lagdur á, hvussu stóran týdning útbúgving og gransking hevur fyri virðisvøksturin, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Men tá ið samgongan í Fíggjarnevndini so leggur fíggjarlógina fyri Løgtingið eru sparingar á flest øllum økjum, sum vakstrarforum leggur dent á at menna. Eitt nú kann nevnast sparingar innan gransking og menning í fiskiveiðu og aling. Sparingar eru eisini í Granskingarráðnum og Granskingargrunninum, umframt at sjóvinnuútbúgvingar og miðnámsútbúgvingar, skulu spara - og tað skulu Visit Faroe Islands, Talgildu Føroyar og Fróðskaparsetur Føroya eisini.
– Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur ynskið hjá fíggjarnevndini um at tálma útreiðsluvøksturin hjá landskassanum. Men tey halda, at tað er ein stórur spurningur, sum ikki eigur at vera avgjørdur í hissini broytingum hjá fíggjarnevndini í evstu løtu. Harumframt er neyðugt at økja um virðisskapanina í landinum, so vit øll gerast betri fyri, eisini landskassin.
– Politiska skipanin eigur at leggja eina ætlan fyri at tálma útreiðsluvøksturin hjá landskassanum, og so gera væl fyrireikaðar broytingar. Við tí arbeiðshátti, sum vit hava sæð í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, er sera torført at leggja langtíðarætlanir, og vandi er fyri at vit missa meira fyri minni, siga arbeiðsgevararnir.










