Tað er væl hugsandi at korona kemur aftur næsta vetur

Tað er ómøguligt at siga, hvussu harður ein komandi variantur verður

Nú eru vit komin har til, at korona av álvara fer at hæsa av fyri veturin. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Hann heldur, at tað var ein røtt avgerð, tá ið myndugleikarnir tóku allar avmarkingar av tann 28. februar, so at vit aftur fáa liva og virka sum vanligt. 

 

Vit hava eingi hagtøl fyri tí longur, men støðan er kortini tann, at enn leggjast fólk við koronu, men nú fer smittan spakiliga ígjøgnum samfelagið sum ein vanlig influensa, sigur koronuráðgevarin. Hinvegis er støðan eisini framvegis tann, at summi av teimum, sum fáa koronu, verða rættiliga illa sjúk. Korona er framvegis ein álvarlig sjúka og eg haldi framvegis, at tað er einki at ynskja sær at fáa, leggur hann afturat.

 

– Fólk skulu ikki uppsøkja koronu tí tað er sjúkan ov hættisligt til. Eitt nú vita vit lítið og einki um, hvørji langtíðarárin hon hevur á tey, sum hava verið sjúk.  Pál Weihe leggur afturat, at tí mælir hann framvegis teimum, sum ikki eru koppsett, um at fáa tað gjørt, tí koppingarevnið er trygt og tað verjir væl.

 

Nú eru tvey ár síðani vit fóru at koppseta fyri koronu og hesa tíðina er eitt ótal av milliónum av fólki, koppsett. Men fráboðanirnar um hjáárin hava verið ógvuliga fáar, so tað hevur hepnast sera væl.

 

Eg haldi, at nú fer korona at hæsa av av álvara, men kortini ber ikki til at siga, nær farsóttin er av - á hesum sinni, sigur Pál Weihe. Og tá ið hann málber seg soleiðis er tað tí, at eingin veit, hvussu støðan verður næsta vetur. Tað er als ikki óhugsandi, at ein nýggjur variantur fer at ganga. Í roynd og veru eru tað nógv, sum vænta at ein nýggjur variantur fer at ganga, men tað er eingin, sum veit, hvussu mildur, ella harður, hann verður.

 

Hinvegin eru vónirnar tann, at tað ber til at laga koppingarevnið til, so at tað fer at verja fyri framtíðar variantum, akkurát sum koppsetingini fyri influensu, sum verður lagað til á hvørjum ári. Men sum heild kann talan eisini verða um, at myndugleikarnir fara at mæla fólki til at fáa eina sproytu afturat í heyst fyri at styrkja immunverjuna.