NSÍ er einsamalt topplið við fullari úrtøku eftir tvey umfør. Ikki fyrrenn eftir summarsteðgin í fjør megnaði NSÍ at vinna á øðrum enn trimum teimum niðastu. Tíðliga seinnapartin standa meistararnir í B36 fyri tørni, og harvið er gyltur møguleiki hjá Trygva Mortensen og hansara monnum at gera upp við veruleikan, sum tað í fjør aftur og aftur varð víst til:
-Vit eru framúr nøgdir við avrikini og úrslitini higartil. Kring steðgin dovnaðu vit eitt sindur bæði ímóti FC Suðuroy og EB/Streymi. Tað ætla vit at sleppa undan ímóti B36. Vit fegnast um liðavrikið higartil, og vit fegnast um, at tað hevur gingið so væl við málskjótingini hjá Klæminti A. Olsen, sum er framúr liðspælari, sigur Trygvi Mortensen.
Miðvallararnir Magnus H. Olsen og Andras Frederiksberg eru eftir skaðasteðg um at koma fyri seg.
Jákup á Borg, B36 liðformaðurin, vónar, at tað fer at hanga betri saman hjá honum og hansara monnum ímóti NSÍ, enn tað gjørdi fyri viku síðani í 2-2 javnleikinum ímóti Víkingi:
-Verjuparturin hevur mangan borið okkum ígjøgnum, tá ið tað ikki hevur roynst so væl hjá okkum fremri á vøllinum. Hesa ferð vóru vit ikki sannførandi í verjuspælinum, men tað verður heilt víst betri í dag, sigur Jákup á Borg.
Stóra ivamálið hjá B36 er, hvør skal manna vinstra vongverjan. Seinastu árini hava Símun Joensen og Alex Mellemgaard røkt ta ódnina. Tann fyrri er nú í KÍ, og tann seinni er skaðaplágaður. Higartil í ár hevur Jónas þór Næs verið vongverji í vinstru. Hann fór av vøllinum ímóti Víkingi. Tíbetur vísti tað seg, at einki varð brotið. Økslin var farin úr lið. Tað varð skjótt fiksað, men Jónas hevur síðstu vikuna verið darvaður av hesum. Gestur B. Dam loysti Jónas av, og hann stóð seg væl.
Um tað eydnast NSÍ at fara úr Gundadali við øllum, so verður fjarstøðan frá meistarunum og fram til toppin sjey stig. Tí er einki at siga til, at tað er trýst á B36.
B36-NSÍ: Eiler Rasmussen klokkan 14.00