Tað er syrgiligt at einki er hent

Tað skal verða ólógligt í Føroyum at gera seg kynsliga inn á djór

- Tað eigur at verða ólógligt í Føroyum at gera seg kynsliga inn á eitt dýr.

 

Tað heldur Føroya Civila Hundaførarafelag

 

Í gjár var ein maðurin dømdur í Føroya Rætti fyri blygnaðarskemd. Hann hevði gjørt seg kynsliga inn á tveir hundar. Men hann varð ikki ákærdur yvirhøvur fyri at hava gjørt seg inn á hundarnar, men fyri blygnaðarskemd, tí hetta var hent á alfaravegi.

 

Rúni Sundberg Patursson, talsmaður fyri felagið, sigur, at tað er uttan nakran sum helst iva, at tað er djóramisnýtsla at gera seg kynsliga inn á ein hund.

 

- At slíkt ikki verður revsað í Føroyum, vísir bara at djóraverndarlógin er sera ótíðarhóskandi, sigur hann.

 

- Vit í Føroya Civila Hundaførarafelag eru av tí fatan, at vit menniskju eiga, at tryggja djórum okkara rættin til eitt gott lív.

 

Hann vísir á, at djóraverndarlógin sigur, at ”dýr skulu viðfarast forsvarliga og skulu ikki av vanrøkt, overving, ella á annan hátt, vera fyri óneyðugari líðing”.

 

- At hava samlegu við ein hund, ella annað djór, er uttan iva brot á hesa reglu, sigur Rúni Sundberg Patursson.

 

Tí undrast hann á, at maðurin varð fríkendur fyri tað.

- Hundar hava ikki eitt kynslív sum vit menniskju. Men teir finna sær ein maka, sum teir síðani para seg við. Hetta við tí endamáli, at fáa avkom. Djór hava ikki nakað njótilsi av samlegu, men hetta kann hinvegin vera pínufult, sigur hann.



- Djór hava krav á einari virðiligari viðferð gjøgnum alt teirra lív og hesin dómur vísir av álvara, hvussu stórur tørvur er á einari nýggjar djóravendarlóg.

 

Men tað vísir seg, at tað er ikki fyrr enn fólkið rópar varskó, at nakað hendir. Og tíbetur hava vit fólk, sum gera vart við seg, sigur hann.

 

- Tað sum syrgiligt er, at tá ið vit áður hava víst á støðuna, hevur politiski myndugleikin ikki víst hesum ans, sigur Rúni Sundberg Patursson.