Tað er stórur spenningur á Argjum

Í kvøld fær AB vitjan av meistarunum í EB/Streymi

Inngangurin upp á fótbóltin á ólavsøku man hjá fleiri vera, tá ið meistararnir í EB/Streymi í kvøld klokkan 19 á Argjum fara á vitjan hjá AB.

               

Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey fyrr í summar lógu og togaðust um niðurflytingarstrikuna. Eftir at leikluturin hjá EB/Streymi í hesum umfarinum er av í europeisku kappingini er fokus á steypakappingini, har seinna hálvfinalan ímóti KÍ í Streymnesi bíðar, og á landskappingini, har liðið í løtuni er á tryggum bronsuplássi.

 

 

AB er framvegis niðanfyri strikuna, men gongdin fimm tær seinastu ferðirnar bendir á, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn tann vandin verður av, og møguleiki verður at seta nýggj mál.

               

 

Gongdin í 3-2 sigrinum á heimavølli ímóti B36 var staðfesting av, at moralurin er í toppi, og at tað er kapping um plássini á liðnum.

EB/Streymur hevur ikki spælt í landskappingini síðani 28. Juni, tá ið tað eydnaðist at vinna 3-2 á útivølli ímóti TB. Allir spælararnir eru tøkir at spæla á Argjum uttan Egil á Bø, sum framvegis er burturstaddur.

 

AB-EB/Streymur: Dagfinn Forná í kvøld klokkan 19.00.