Støðan er álvarsom!
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Og tað, hann sipaði til, er støðan í heilsuverkinum.
Í mangar mátar er heilsuverkið krúnan í sosialdemokratiska vælferðarsamfelagnum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
- Prinsippið er greitt, og tað er, at tá ið tú ert veikastur, skal stuðulin frá samfelagnum vera sterkastur.
Hann sigur, at tískil nívir tað serliga illa, tá ið vit nærum hvønn dag hoyra um stórar avbjóðingar og nýggj bakkøst á sjúkrahúsunum, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt púra greitt, at støðan er álvarsom.
- Hon er so álvarsom, at tær mest grundleggjandi funktiónirnar, sum hann kallas sjálva tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum, vika ikki longur.
- Kropp á kroppi koma eisini læknar og onnur starvsfólk innan heilsuverkið og siga tað sama.
- Tað er ein vanlukka fyri føroyingar og tað er ein stór og vanvirðilig skomm fyri eitt modernað samfelag nú á døgum.
Hann staðfestir, at andsøgnin er sólarklár.
- Tað gongur ikki vika, uttan at samgongulimir geyla út um geilar, hvussu fantastiska væl tað gongur í Føroyum. Hvussu ber tað tá til, at vit ikki hava ráð til veita føroyingum tær mest grundleggjandi heilsutænasturnar, spyr Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at tað er ringt at at fáa skila á, hvat samgongan ætlar á økinum.
- Eina løtu sigur landsstýrismaðurin, at meira peningur má til, men eina aðra løtu sigur formaðurin hjá sama landsstýrismanni, at heilsuverkið hevur nokk av peningi.
- So leggur løgmaður uppí og skeldar teir serlæknar, sum hava brúkt sítt talufrælsi at gera vart við ónøktandi arbeiðsumstøður.
- Tað einasta vit í Løgtinginum hava fingið at fyrihalda okkum til, eru nøkur tøl í eini talvu úr játtanarkørmunum frá Fíggjarmálaráðnum. Har stendur ikki eitt orð um, at sjúkrahúsið nú er so niðurpínt, at tilbúgvingin nú er í vanda.
- Tvørturímóti vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vera við, at “tey bleytu” økini hava fingið eina uppraðfesting í 2016.
- Tað er ikki júst teirri fatan, eg siti við, eftir at hava hoyrt og lisið útsagnirnar frá teimum, ið dagliga arbeiða innan heilsuverkið, sigur Aksel V. Johannesen
- Spurningurin er tí, hvørjum av hesum vit velja lurta eftir og trúgva, leggur hann afturat.










