Tað er sjey ferðir so stórur vandin fyri at koma til skaða

Tey hava eina staðiliga áheitan á Una Rasmussen, landsstýrismann

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at smáu motordrivnu akførini, verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum. Tað er boðskapurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, í einum boðum til landsstýrismannin í fíggjarmálum, í dag.

 

Í hesum døgum er nógv kjak um elektrisk rennihjól í Føroyum og tí hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú sagt sína hugsan við Una Rasmussen, landsstýrismann um elektrisk rennihjól – og eisini um elektriskar rennifjølir, skateboard, umframt segboard, hoverboard og uniwheel.

 

Í stóran mun er talan um leikur, sum ikki hoyra heima í almennu ferðsluni, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd. Undir øllum umstøðum eiga ítøkiligar reglur at verða settar í gildið fyri, hvar og hvussu tey kunnu brúkast – og tað skal vera aldursmark fyri at brúka tey. Tað skulu eisini verða reglur um, hvussu stóran motor tey kunnu hava, hvussu skjótt tey kunnu koyra, hvørji ljós tey skulu hava, umframt reglur um endurskin, trygdarútgerð, og hvar á vegnum tey skulu koyra.

 

Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at í londunum rundan um okkum elva hesi elektrisku rennhjólini til ein sannan ruðuleika í ferðsluni. Fólk á el-rennihjólum eru ein trupulleiki - men tað sum serliga elvir til høvuðbrýggj, eru tær mongu fyritøkurnar, sum bjóða akførini til leigu og tað er ein vinna í stórum vøkstri.

 

Hetta er ein liðilig skipan at ferðast innanbíggja upp á – og tað er nettupp tað, sum er trupulleikin, tí fólk skulu ikki á eina skrivstovu, fyri at finna akfarið. Tey standa, og liggja, alla staðni í býnum og tað einasta, fólk hava brúk fyri, er ein snildfon og eitt gjaldskort fyri at sleppa ein túr.

 

Ongin hevur eftirlit við, at tey sum koyra rennihjólið eru nóg gomul, ella um tey annars yvirhøvur eru koyrifør. Tað er heldur einki eftirlit við um fólk hava ánilsi fyri ferðslureglunum. Tað fylgir heldur eingin trygdarútgerð við rennihjólunum.

 

Ráðið Fyri Ferðslutrygd heldur, at súkkluhjálmur og grundleggjandi undirvísing í at koyra við tí, átti annars at verið eitt minstakrav. Tey siga eisini, at í øllum grannalondum okkara, har el-rennihjól eru til leigu, er tað ein stórur trupulleiki, at fólk koyra á teimum, hóast tey eru ávirkað av rúsdrekka, ella rúsevnum.

 

– Nógv teir flestu skaðarnir henda nevniliga um vikuskiftini á plássum har nógv fólk er, og í teimum tíðarskeiðunum, tá ið fólk fara í býin, ella fara heim aftur úr býnum.

 

– Alla staðni rundan um okkum eru tað sera nógv fólk, sum meiðslað seg í samband við el-rennihjól. Tað eru serliga tey, sum koyra á teimum, sum fáa skaða, tí tey detta, ella verða ákoyrd. Men eisini fólk til gongu fáa skaða, tí tey verða árend av el-rennihjólum.

 

Í Danmark vísa royndirnar at tað henda sjey ferðir so nógv óhapp við el-rennihjólum enn við súkklum. Í londum, har smáu motordrivnu akførini eru loyvd, eru trupulleikarnir so stórir, at tey hava roynt at avmarka nýtsluna. Eitt nú er aldursmark sett á og tað er eitt krav, at tey, sum koyra á teimum, eru í hjálmi.

 

Tey gera eisini royndir við eini skipan, sum ger el-rennihjólini óvirkin í ávísum tíðarskeiðum, og í ávísum økjum, eitt nú fyri at forða fyri at fólk koyra ávirkað. Fleiri staðni hava tey eisini strangar reglur um, hvar rennihjólini kunnu setast.

 

– Vit eiga at taka royndirnar úr okkara grannalondum til okkum, tí tað er óneyðugt at vit gera somu mistøk, sum onnur hava gjørt, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd. Tí er niðurstøðam hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, at el-rennihjólini, og onnur smá, motordrivin akfør, hoyra ikki heima á vegnum og tí eiga tey heldur ikki at verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum.