- Tað er særandi at hoyra summar løgtingslimir standa á sjálvum tingsins røðarapalli og rógva framundir, at tað eru nøkur í Løgtinginum, sum ikki vita at bíblian er til, og at tey ikki eru líka trúgvandi sum onnur í tinginum eru.
- Og tað fari eg slett ikki at finna meg í.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, varð rættiliga fortørnað av summum løgtingslimum, tá ið løgtingið viðgjørdi málið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.
Serliga eru hon fortørnað um tey tingfólkini, sum brúktu bíbliuna sum grundgeving fyri at nokta samkyndum at giftast.
Sjálv sigur hon, at hon hvílir púra trygt í tí, hon hevur lært í kirkjuni.
- Eg fari at lata tað trygt at lata tað upp í hendurnar á Várharra at døma okkum, og tað verður ongin politikari, sum fer at standa við Perluportrið og taka ímóti, tá ið tann fagur kemur, segði Sirið Stenberg.
Hon sigur, at sjálv er hon uppald við næstrakærleika og við teirri lívsáskoðan, at øll eru skapt í Guds mynd.
- Tað verður ongin her í Løgtinginum sum ger av, hvør sleppur í himmiríkið.
Sirið Stenberg heldur kortini, at kjakið um samkynd hevur flutt seg nógv hesi seinastu árini.
Tá ið kjakast varð um hesar spurningar fyri nøkrum árum síðani, varð spurningurin UM tey samkyndu høvdu somu rættindi, sum øll onnur. Í dag snýr kjakið seg um, HVUSSU, vit kunnu tryggja samkyndum somu rættindini, sum øll hini hava.
Og tað, sum hesi málini snúgva seg um, er at geva samkyndum sama rætt sum øll onnur hava at ganga saman í hjúnalag, sigur Landsstýriskvinnan.
Sirið Stenberg staðfestur, at Føroyar hava brúk fyri øllum góðum kreftum at byggja land.
- Aðalmálið hjá Løgtinginum má vera at tryggja rættindini hjá fólkinum og eg vil ikki búgva í einum landi, sum ikki tekur ábyrgdina av øllum sínum borgarum, sigur Sirið Stenberg.
Og hon ivast heldur ikki í, at hvat samkyndum hjúnalagi viðvíkur, er fólkið frammanfyri Løgtingið og hon er sannførd um at fólkið vil hava Løgtingið at spegla fólksins vilja.
Sirið Stenberg vísir eisini á, at nógv hava tosað um umstøðurnar hjá børnum í samkyndum parløgum. Hon heldur, at tað er ein spurningur, sum eigur at lýsast væl.
- Men hon vísir eisini á, at samkynd eiga børn og eru foreldur longu í dag.
Annars ivast hon í, um løgtingslimir eru greiðir yvir, hvussu umstøðurnar hjá nógvum børnum eru í Føroyum.
- Eini 80 børn í Føroyum veksa upp uttanfyri heimið, men tað tosa løgtingslimir ikki upp, tá ið teir annars eru so eymir um umstøðurnar hjá børnunum, sigur Sirið Stenberg.
- So at nógv børn ikki hava tað gott, hevur ikki endiliga nakað samband við um foreldrini eru samkynd ella ikki. At siga tað, er at gera veruleikan einfaldari enn hann er, leggur hon afturat.
Aðrir politikarar hildu, at tað er sjálvsagt, at bíblian verður brúkt at grundgeva við, tí kristnir politikarar, eru akkurát líka kristnir, tá ið teir standa á tingsins røðarapalli, so tað ber ikki annað til, enn at kristnitrúgvin verður brúkt at grundgeva við.