Tað er reinur ørskapur at flyta býráðssalin í Havn úr miðbýnum, í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju
Tað heldur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi.
Í gjárkvøldið samtykti meirilutin í Tórshavnar Býráð at brúka 3,5 milliónir krónur til at leggja eitt dekk í gomlu saltsiluna á Vestarubryggju, sum í løtuni verður umvæld saman við Sjóvinnuhúsinum.
Samstundis mælir leiðslan í Tórshavnar Býráð til at flyta býráðssalin úr miðbýnum, í hábærsligari umstøður ovast í saltsiluni.
Á Býráðsfundinum í gjárkvøldið varð dentur lagdur á, at ongin avgerð er tikin um at dlyta býráðssalin, men at tað er sjálvsagt at leggja dekk í siluna undir øllum umstøðum, tí verður tað gjørt, kann hon brúkast til hvat tað skal vera. Og dekkið má leggjast nú, ímeðan hon verður umvæld, tí tað letur seg ikki at gera at koma afturum aftur.
Men kortini tekur Jákup Dam hetta sum fyrsta stigið til at flyta býráðssalin í saltsiluna á Vestarubryggju. Hann heldur ikki bara, at hetta er reinur ørskapur, hetta er eisini sera dýrt, tí tað kostar góðar 18 milliónir.
Fyri teir pengarnar høvdu vit kunnað fingið eina spildurnýggja ítróttarhøll, sigur hann.
- Eingin ivi er um, at hesar milliónirnar høvdu gjørt nógv størri gagn aðrastani enn at byggja eina glæstriborg ovast í saltsiluni, sigur býráðslimurin fyri Tjóðveldi.
Jákup Dam staðfestir, at býráðssalurin eigur at vera í miðbýnum og hann kann neyvan liggja betur enn har hann er nú, í sjálvum hjartanum í býnum, tí Ráðhúsið liggur beint yvirav, og oman fyri er løgtingshúsið.
- Nakað annað er, at ábøtur kundi verðið gjørdar á býráðssalin, men at flyta hann burtur úr býnum og út á ein bryggjukant er ørskapur, sigur Jákup Dam.
Trýst HER og les meiri um, hvat Jákup Dam heldur um ætlanirnar á Vestaruvág