HB kvinnurnar vóru í kvøld í Sørvági, har fyrra hálvfinalan í steypakappingini var á skránni.
Í landskappingini er HB á fimta plássi við 30 stigum, og 07 Vestur er á sjeynda plássi við 12 stigum. Tað kundi bent á, at gestirnir úr Gundadali vóru favorittar at vinna.
Úrslitið var 1-1, og harvið er tað opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Gundadali leygardagin 30. oktober.
Heidi Maria Akselsen legði heimaliðið framum, tá ið eitt stórt korter var farið, og heimaliðið helt tørn um leiðsluna, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá javnaði HB við brotssparki, sum Sarita Maria Mittfoss setti í málið aftanfyri Francielly Cristina Da Silva Rosa í 07 Vestur málinum.
Tølini siga, at 07 Vestur hevði átta hornaspørk, og at HB hevði fýra hornaspørk.