Útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru ov vánaligir. Tað heldur meiri enn annarhvør næmingur, sum gongur á síðsta ári á einum miðnámsskúla í Føroyum. Hetta er eitt av úrslitunum í eini kanning, Handilsskúlin í Havn hevur gjørt. Handilsskúlin sigur í tíðindaskrivi, at tey hava spurt allar næmingar, sum ganga síðsta árið á miðnámsskúlunum í Føroyum, hvørjar útbúgvingarætlanir, teir hava. Kanningin vísir, at 39,4 prosent av næmingunum halda, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru undir miðal, og 12,7 prosent halda enntá, at teir eru beinleiðis vánaligir. Hinvegin eru tað 43,4 prosent sum halda, at teir eru miðal góður. Sostatt eru tað bara 4,5 prosent av teimum ungu, sum halda, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum, eru góðir.
Les eisini: Ætla sær aftur til Føroya at búgva
Samstundis vísir kanningin, at 43,8 prosent av teimum ungu, vilja sleppa til Danmarkar at sær eina útbúgving og 29,3 prosent vilja sleppa at útbúgva seg her á landi. Restin ætlar sær so í onnur lond at útbúgva seg.
Men eitt úrslit av kanningini er eisini, at ein orsøk til, at tey ungu leita sær uttanlands, er nettupp tí, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru so vánaligar. Kanningin vísir, at var dreymaútbúgvingin í Føroyum, høvdu 23,2 prosent av teimum ungu heilt vist tikið sína útbúgving í Føroyum og harafturat siga 18,2 prosent, at tey høvdu helst tikið sína útbúgving í Føroyum, var dreymautbúgvingin boðin út her. Harafturat siga 23,4 prosent, at tey ivast, men at tey kortini høvdu farið uttanlands kortini og 32,1 prosent siga, at tey vilja slepa uttanlands undir øllum umstøðum. Men er dreymaútbúgving ikki til taks í Føroyum, siga heili 81,2 prosent, at tey fara uttanlands.
|










