Tað er øgiligt trýst á B36

Útidysturin ímóti Viborg verður longu mikukvøldið, og tí arbeiða tey í B36 fyri, at landskappingardysturin sunnudagin ímóti Skála verður útsettur

Fyri løtu síðani lendi B36 ferðalagið í Vágum. Teir skundaðu sær til hús, eftir at tað við málleysum javnleiki í gjárkvøldið í San Marino eydnaðist at vinna luttøku í trijða umfari í Europa Conference League.

 

Mótstøðuliðið í triðja umfari er danska superligufelagið Viborg, og fyrri dysturin verður í Viborg longu mikukvøldið í næstu viku. B36 ferðalagið fleyg úr Italia longu í gjárkvøldið, so spælararnir eru troyttir í dag.

 

Teir áttu at farið undir fyrireikingarnar til dystin í Viborg nú beinanvegin, men soleiðis sær tað ikki út til at fara at vera. Skráin í landskappingini sigur, at B36 sunnudagin skal spæla í Gundadali ímóti Skála.

 

Í B36 hava tey heitt á kappingarnevndina hjá FSF um at útseta dystin ímóti Skála, men tað hava tey ikki enn fingið játtað. Ein møguleiki kundi verið, at dysturin varð fluttur til mikukvøldið 7. september, tá ið tað eru hálvfinalur í kappingini um løgmanssteypið. Hvørki B36 ella Skála eru partur av hálvfinaluni.

 

Í gjárkvøldið varð Víkingur sent úr europeisku Conference League kappingini. Skráin í landskappingini sigur, at HB og Víkingur nú sunnudagin 31. juli skulu spæla landskappingardyst í Gundadali. Nú, tá ið hvørki bíða HB ella Víkingi avbjóðingar í Europa, er avgerð tikin um, at tann dysturin verður útsettur og verður spældur týskvøldið 2. august klokkan 18.