Í kvøld klokkan 18 verður tað kommunuuppgerð í Runavíkar kommunu, tá ið NSÍ fær vitjan av Skála.
Í fyrsta umfari vunnu skálamenn trivaligan 3-0 heimasigur ímóti EB/Streymi, meðan NSÍ tapti 3-2 í Gundadali ímóti HB. Um tað í kvøld eydnast Skála at vinna, so vera uppflytararnir millum fremstu liðini, nú tað verður landsliðssteðgur. Triðja umfar verður mánadagin 1. apríl, sum er 2. páskadagur.
Í fjør vóru Skála og NSÍ í næstbestu deildini. Tá vann Skála allar tríggjar dystirnar. Bæði feløgini fluttu upp, og nú er øðrvísi glansur yvir grannauppgerðini, enn tað var í fjør.
Í 2022 vóru Skála og NSÍ í bestu deildini. Tá vann NSÍ 2-1 á heimavølli og 4-1 á útivølli, og so endaði tað 1-1 undir Mýruhjalla á Skála.
Eftir 3-2 tapið í Gundadali iðraði NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg seg um, at hansara menn fyrstu løtuna vóru so lítið sannførandi:
-Vit vistu ikki, hvussu góðir vit vóru, fyrr enn ein hálvur tími var farin. Tá var støðan 2-0, og vit høvdu tapt dystin. Eftir steðgin varð tað nógv javnari og størri intensitetur, tá ið Klæmint A. Olsen við góðum stútara hevði minkað um munin. Nú taka vit eina viku í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað er at røkka, segði Jens Christer Wedeborg í Gundadali.
Ímóti HB vóru nýggju Terzic Adi og James Drye miðverjar. Higartil hevur veteranurin Oddur Á. Højgaard verið á beinkinum. Tað kann væl vera, at hann fer at eiga størri leiklut í grannauppgerðini í kvøld. Einasti NSÍ spælarin, sum ikki er tøkur, er vongverjin í høgru Dion Splidt.
Í gjár varð boðað frá, at Aron Knudsen nú er aftur í barndómsfelagnum, eftir at hann í fjør var í B36.
Pauli Poulsen venjari á Skála sigur, at allir spælararnir eru tøkir.
NSÍ – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00.











