Tað er móti at nýta endurnýtsluklæði

Eg haldi at endurnýtsluhandlar høvdu fingið nógv størri undirtøku um teir løgdu størri dent á at velja klæðir til ungdómin.

Í næstu viku ber til at keypa endurnýtsluklæðir í handlunum hjá Reyða Krossi, ið eru útvald av sera mótatilvitaðum háskúlanæmingum. Ein av hesum næmingum er Erika Høgnadóttir Andersen úr Havn, sum heldur at endurnýtsluhandlar høvdu fingið nógv størri undirtøku, um teir løgdu størri dent á at velja klæðir til ungdómin.

Tað er øgiliga moderna millum ung at ganga í endurnýtsluklæðum, so handlarnir kundi sett nógv meira fokus á at raka tann unga málbólkin. Hetta kundu tey millum annað gjørt við at læti yngri fólk verið við tá ið tey velja hvørji klæði skulu vera í handlunum.


- tey sum sita í handlinum nú hava verið har í mong ár, so tað hevði heilt sikkurt gjørt mun um onkur ungur slapp upp í part, og kundi sett sín dám á bæði handilin og úrvalið.

Tað er øgiliga moderna at ganga í endurnýtsluklæðum, og hetta sæst eisini runt í øllum heiminum. Tað hevur verið nógv fokus á endurnýtslu seinastu tíðina, og í Paris verða hesi klæðini oftani seld fyri túsundtals krónur.

Sjálv dámar Erika væl at ganga í endurnýtsluklæðum, men hon heldur ofta at tað er torført at finna klæðir til ung fólk. Í endurnýtsluhandlinum í Føroyum verða klæðini oftani vald eftir kvaliteti, og ikki eftir hvat er móti, og tí eru klæðini oftani ikki til ung fólk.

Í samband við hesa verkætlan um endurnýtslu, sum næmingarnar á Føroya Fólkaháskúla hava arbeitt við, so hava tey eisini verið á lagrinum hjá Reyða Krossi, og sjálvi valt klæðini, sum verða í handlinum í komandi viku.

- Tað hevur verið ein øgiliga spennandi og øðrvísi verkætlan. Mær dámar øgiliga væl hetta skeiðið, tí tað er øgiliga nógv fokus á tað kreativa, sum eg annars haldi manglar í Føroyum, sigur Erika, sum gleðir seg til at seta sín dám á handilin hjá Reyða Krossi í komandi viku.