Tað er lítil roynd við línu

Streymurin er harður, men batnar, sum næsta vika gongur. 

Í dag eru bert tvey smærri ísfiskalínuskip til fiskiskap. Bæði eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu.

 

- Vit rokna við, at bæði skipini koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Meðan lítil roynd er hjá ísfiskalínuskipunum í løtuni, eru flestu frystilínuskip til fiskiskap.

 

Væntandi er, at onkur ísfiskalínuskip aftrat fara avstað teir næstu dagarnar.

 

Men, streymurin er harður. Hann batnar, sum næsta vika gongur. 

 

- Veðrið verður hampiligt, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. 

 

- Bátarnir, sum rógva út, fáa mest av hýsu, verður lagt aftrat.