Tað er lítil og eingin drift

Hóast januar skjótt er hálvrunnin, er næstan eingin ísfiskur landaður í Føroyum hesar fyrstu dagarnar av árinum.

Tann parturin av ísfiskaflotanum, sum plagar at roynast drúgvastur, tá ræður um at vera til fiskiskap og steðga stutt inni millum túrar eftir landing, eru partrolararnir. 

 

Men, higartil í ár hevur ógvuliga lítil drift verið hjá partrolarunum og næstan eingin hjá djúpvatnstrolarunum. Nøkur einstøk pør hava verið úti nakrar fáar dagar, eitt nú Hamranes og Breiðanes, men lítið hevur borið til. 

 

Herfyri skiltist eisini úr Saltangará, at tey fýra skipini, sum Faroe Origin hevur eftir, skuldu loysa, men heldur ikki hjá teimum er nakað av týdningi komið burtur úr higartil í ár.

 

Veðrið hevur verið vánaligt, og upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er søguliga lítil. Tað hevur hann verið í langar tíðir. Partrolararnir fáa nakað av hjáveiði, og onkur hevur fingið nakað av toski og hýsu, men sum heild hevur verið lítið verið at fingið.

 

Nú Hamranes og Breiðanes landaðu, var umleið helvtin av veiðini hýsa og onnur fiskasløg. Upsin verður virkaður í Hvalba, og hini fiskasløgini verða vanliga seld á uppboðssølu.

 

Tá In.fo skifti orð við tey á Fiskamarknaði Føroya í morgun, varð sagt, at veðrið higartil hevur tarnað bæði skipum og bátum, men sum skilst loysa fleiri skip og helst fleiri bátar eisini teir næstu dagarnar.

 

- Frystilínuskipini eru úti, og ísfiskalínuskipið Núpur hevur sum fyrsta ísfiskalínuskipið í ár loyst. Hini ísfiskalínuskipini, Kvikk, Sandshavið og Váðasteinur, liggja øll - og Skørin hevur ligið tað mesta av einum ári.

 

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya plaga at siga, at nøkur smærri ísfiskalínuskip eisini eru til fiskiskap, verður hugsað um eitt nú Volunteer, Fiskivarða og Anru, sum allir hava egningamaskinu umborð.

 

- Í løtuni sigur hann frægari veður í nakrar dagar, og vit vóna og vænta, at verulig gongd fer at koma á hjá ísfiskatrolarum, ísfiskalínuskipum og útróðrarflotanum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.