Tað er ikki nógv nýtt í trolfiskiskapinum undir Føroyum. Her eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.
Ella - vit kunnu siga, at tað er, sum tað hevur verið í langa tíð; lítil upsafiskiskapur og at síggja til ger tað ongan mun, at partrolararnir nú eru slopnir inn á áður stongdar leiðir at fiska við rist í trolinum.
Hjá djúpvatnstrolarunum er heldur einki nýtt. Her er bara ein til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og landa møguliga síðst í næstu viku - og ein annar djúpvatnstrolari liggur framvegis.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Trolbátarnir hava eina blanding av havtasku, longu og upsa.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men hava smáligan fiskiskap. Bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.