Kappróðrarárið syngur upp á síðsta vers. Í dag verður síðsti róðurin, og so verður friður í siðbundna kappróðrinum fram til á norðoyastevnu í 2015. Hetta er ein langur steðgur, og kappróðrarárið er stutt.
Tríggir meistarar eru longu funnir. Teir eru 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum, 6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum og 10-mannafarið Drekin Reyði.
Hesir tríggir bátarnir hava vunnið allar seks kappingarnar í summar, og tað er eingin, sum hevur møguleika at røkka stigatalinum hjá teimum.
Í kappingini millum 8-mannaførini er tað bara í ástøðinum, at tað ber til at koppa Kvívíkingi, sum er fimm stig frammanfyri Knørr.
Í hinum kappingunum er spenningurin framvegis stórur. 5-mannafarið Fípan Fagra við dreingjum er fýra stig undan Bliki. Serligt í hesi kappingini er, at Fípan Fagra hevur tvey gul kort á kontuni.
Í kappingini millum 6-mannaførini við monnum hevur Hvessingur trý stig fleiri enn Jarnbardur.
Størsti spenningurin er millum 5-mannaførini við gentum. Har stendur á jøvnum millum Drekan hjá Havnar Róðrarfelag og Silju úr Fuglafirði. Harvið verður avgerandi finaluróður í dag millum hesar báðar bátarnar. Tann, sum endar fremri av hesum báðum í dag, verður føroyameistari.
Um tíðirnar verða roknaðar sum grundarlag fyri avrikunum higartil í ár, so hevur hetta árið ikki verið framúr. Higartil eru bara trý met sett tilsaman á teimum seks stevnunum, sum hava verið: Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir settu met á eystanstevnu, og á vestanstevnu settu genturnar á Silju og Miðvingur met.
Tá ið sammett verður við undanfarin ár eigur sjálvandi at havast í huga, at í ár verður bara kappast á 1000 metrum. Tað vil siga, at í kappingini millum 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum er hetta fyrsta árið, at tað í fleiri róðrarøkjum verður kappast á hesum teininum. Í hesum høpi eru einsamallu vinnaratíðirnar á nýggju teinunum ikki roknaðar at vera mettíðir.
Tað verður ikki gjørt so nógv burturúr kappróðrartíðum, sum tað verður gjørt burturúr tíðum hjá súkklarum, svimjarum og rennarum. Orsøkin er tann, at umstøðurnar kunnu vera so ymiskar, tá ið tað verður róð.
Hóast ætt, vindstyrki, streymur, rák, hiti og eisini avfall heilt víst spæla inn, og tað tískil er torført at sammeta, so er einki at liggja omaná, at kapprógvararnir væl vita, hvørjar mettíðirnar eru.
Á ólavsøku er róðrarteinurin bara 901,3 metrar. Í 1992 róði Skálabáturin teinin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið í tíðini 3.52.00. Hetta er framvegis skjótasta tíðin, sum nakar bátur hevur róð teinin í kappróðrinum á ólavsøku.
Royndir hava verið gjørdar at taka 20 ára gomlu mettíðina hjá Skálabátinum. Tað hevur onkra ferðina verið heilt tætt við, men higartil hevur tað ikki eydnast. Tættast við var Havnarbáturin í 2001, tá ið vinnaratíðin var 3.52.03. Næsttættast við var Klaksvíkingur í 2009, tá ið vinnaratíðin hjá honum var 3.56.19.
Mettíðir á Ólavsøku
5-mannafør dreingir
Súlan (1994) 4.14.68
5-mannafør kvinnur
Aldan (1981) 4.38.40
5-mannafør gentur
Drekin (2008) 4.29.24
6-mannafør kvinnur
Jarnbardur (1995) 4.21.12
6-mannafør menn
Tvørabáturin (2009) 4.12.06
8-mannafør
Ørvur (1999) 4.03.21
10-mannafør
Skálabáturin (1992) 3.52.00