- Tað er avgjørt keðiligt, men sjálvandi er tað eingin vanlukka. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum umframt at vera løgmaður, eisini er verji hjá ítróttinum í Føroyum. Og tað, hann sipar til, er, at tað ætlanin, at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, er miseydnað.
Føroyingar høvdu sett nógv upp á at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, men á aðalfundi í Oyggjaleikasambandinum leygardagin, varð endaliga staðfest, at tað fáa vit ikki. Orsøkin er, at enn kann eingin veita vissu fyri, at vit kunnu hava hentleikar tøkar til tær kravdu ítróttargreinarnar. Serliga verður hugsað um ætlaða golfvøllin á Glyvursnesi, sum enn eingin kann veita vissu fyri, verður gjørdur, hóast arbeitt hevur verið við málinum í fleiri ár.
Mest hevur tað drigið út at útvega lendið og tað er ikki útvegað enn. Og tá ið vit ikki kunnu veita fulla vissu fyri, at golfvøllurin verður liðugur, fingu vit heldur ikki oyggjaleikirnar í 2019.
Við Rás2 sigur løgmaður, at hóast tað sjálvandi er keðiligt, er tað eingin vanlukka at missa leikirnar í 2019, tí nú kunnu vit royna at fáa leikirnar higar í 2021, ella kanska 2023, ístaðin.
Men hann vil ikki geva nøkrum ávísum skyldina fyri at tað miseydnaðist, hóast tað hevur verið ført fram, at orsøkin til at vit mistu leikirnar, er tað hevur ikki eydnast politikarunum at útvega lendi til vøllin enn.
Hann sigur, at bæði landið, ÍSF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa leikirnar hendavegin í 2019.
Og hann viðgongur, at hann stendur eitt sindur spyrjandi, tí enn eru fimm ár til 2019 og sjálvandi hevði tað borið til at havt allar hentleikar tøkar til tá. - Tað havi eg ikki sæð sum ein trupulleika, sigur løgmaður við Rás2.
Og hann leggur afturat, at golfvøllurin skal nokk verða liðugur í 2019, tí hann hevur eisini stóran týdning fyri ferðavinnuna, og hann er partur av okkara ætlanum fyri at menna ferðavinnuna.
Løgmaður hevur skilt, at hvørki ÍSF ella Tórshavnar Býráð hava hildið at tað var tann stóra vanlukkan, at vit ikki fingu leikirnar í 2019.
|