Tað er kapping um plássini á Svangaskarði

Skála saknar framvegis onkrar av týdningarmiklu spælarunum

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av Skála. Felags fyri bæði liðini er, at tey einki stig vunnu í fyrsta umfari. Skála tapti 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, og B68 tapti 4-1 á útivølli ímóti HB.

 

Hjá Skála er liðformaðurin og sentrali miðvallarin Pætur Dam Jacobsen framvegis so skaddur í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla. Dávid Johansen og Steinbjørn Olsen eru eisini so mikið skaddir, at teir ikki eru førir fyri at spæla, verður upplýst úr Skálaleguni.

 

Tað verður lagt aftrat, at verjuspælarin Teitur R. Joensen er komin fyri seg og verður við í dag, eftir at hann hevur verið skaddur í fótinum.

 

Hjá B68 er Tonni J. Thomsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í fyrsta umfari, tá ið B68 tapti á útivølli ímóti B36.

 

Gilli Samuelsen er við at koma fyri seg, eftir at hann hevur verið darvaður av liðbandsskaða, og so verður upplýst, at loyvini hjá nýggju spælarunum, álopsspælaranum Dabo verjuspælaranum Aidan Liu – eru komin upp á pláss.