Tað er ikki til gagns fyri føroyingar at vit bara hava tvey oljufeløg

Tað hevur avleiðingar fyri vælferðina í Føroyum, sigur deildarstjórin í Kappingareftirlitinum

Tað er ikki til gagns fyri vanliga føroyingum, og fyri føroysku húsarhaldini, at vit bara hava tvey oljufeløg í Føroyum. Tað endurtekur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum.

 

– Eg kann leggja afturat, at tá hetta er støðan, gongur tað út yvir vælferðina hjá føroyingum tí tá ið tú skalt gjalda ov nógv fyri oljuna, er minni til aðrar útreiðslur, sigur hann.

 

Hann sigur, at støðan hjá føroyskum skipum og virkjum er munandi øðrvísi. Tey klára at sskapa kapping, tí tey bjóða oljuveitingina út.

 

– Vit hava um dagarnar gjørt eina kanning av hvørjir avsláttir føroysku fiskiskipini fáa frá oljufeløgunum, og úrslitið er, at tað er vanligt við einum avsláttri uppá ímillum 1,25 og 1,29 krónur fyri liturin, sigur Terje Sigurðsson.

 

Fylla føroysku húsarhaldini 1.000 litrar av olju á tangan í dag, kostar tað 11.800,00 krónur. Men høvdu tey fingið oljuna fyri sama prís sum skipini, hevði prísurin fyri 1.000 litrar verið 10.190 krónur. Tað er ein sparing uppá 1.610,00 krónur og tað eru eisini pengar, heldur hann.

 

– Ein munur er tó ímillum veitingar til húski og til skipini. Í nógvum førum eru nøgdirnar, sum skipini fáa, munandi størri, og kann tað í sjálvum sær verða orsøk til ein avsláttur, sigur Terje Sigurðsson.

 

Les meiri um hansara sjónarmið HER