##med2##
Sum støðan er í Ísrael í sambandi við koronu í løtunu, ber slett ikki til at fara hagar. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Sjálvur skuldi hann skanda á odda fyri eini ferð til Ísrael í næstum fyri føroyskum vinnulívsfólki, og ferðafólki, men Ísrael er so hart rakt av koronu, at tað er neyðugt at útseta ferðina.
Hesa seinastu tíðina eru út ímóti 10.000 fólk smittað við koronu og Jenis av Rana sigur, at undir hesum umstøðunum, ber ikki til at fara. Annars er áhugin hjá føroyingum at fara til Ísrael, stórur, og áhugin í Ísrael at hitta føroyingar, er eisini stórur
Samstundis er Ísrael tað landið, eina flest fólk eru koppsett fyri koronu, men Jenis av Rana sigur, at hetta váttar bara, at í sær sjálvum er koppseting ikki mátin at basa koronu upp á, sigur. Hetta er tíverri bara ein áminning um, at tað er ikki so einfalt at basa koronu, sum vit higartil hava hildið, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá støðuni