Tað er heilt ófatulig

Bjarni Djurholm vil hava Tórshavnar Býráð at bróta lógina

- Tað heilt ófatiligt, at eitt kjak á so lágum støði kann fara fram av løgtingslimum.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Í gjárkvøldið kundu vit her á www.in.fo vísa á, at Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólaflokkin, hartaði Tórshavnar Býráð fyri ikki at gera nakað fyri a byggja lestraríbúðir.

 

Eitt nú helt hann, at Býráðið kundi latið Bústøðum grundstykki fyri einki at bygt lestraríbúðir á.

 

- Tórshavnar kommuna kann ikki geva Bústøðum lendið ókeypis. Sjálvt um kommunan vildi tað, kann hon tað ikki, tí tað er ikki lógligt, staðfestir borgarstjórin.

 

Heðin Mortensen sigur, at kring landið er tað í ávísan mun mannagongdin, at lata lendi til almenna bygging, og kanska eisini til privata bygging, at kalla ókeypis, fyri at draga íbúgvar og arbeiðspláss til sín.

 

- Men ger Tórshavnar kommuna tað, er kommunala eftirlitið á gátt beinanvegin. Tað er bara ein sannroynd, at eftirlitið við Havnini er strangari enn við øðrum kommunum, staðfestir borgarstjórin.

 

Hann vísir á, at kommunan eigur onga jørð, tí tað er tað almenna, ið eigur jørðina. Kommunan má keypa jørðina frá almennum stovni, sum løgtingið umsitir. Og eftir lógini er tað ólógligt at lata grundøki ókeypis.

 

- So einfalt er tað og hetta eigur ein løgtingsmaður at vita, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann vísir eisini á, at tað er ikki kommunan, sum hevur ábyrgdina av bústaðarpolitikkinum hjá landinum

- Tað hava til landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýriskvinnan í almannamálum, sum bæði eru partafólk hjá Bjarna Djurholm.

 

- Spurningurin er eisini um tað bara er ein uppgáva hjá Tórshavnar kommunu at útvega íbúðir til lesandi úr øllum landinum, leggur hann afturat.

 

Heðin Mortensen heldur, at Bjarni Djurholm kundi eisini tikið í egnan barm sum lóggevari.

 

Les eisini: Bjarni Djurholm eggjar til lógarbrot

 

Tað er ein lóg, sum heimilar løgtinginum at játta stuðul til lestraríbúðir og kollegium. Men fyri at játta stuðul, krevst, at játtan er tøk, og á henda hátt kundi leigukostnaðurin eisini lækkað.

 

- Men tað hevur Bjarni Djurholm, og restin av løgtinginum, ikki viljað, tí har er ikki ein króna játtað í meira enn eitt áratíggju, sigur borgarstjórin í Havn.