Nýggi fiskivinnupolitikkurin er, at fámannaveldið varð staðfest, og ríkidømið fólkins er latið upp í hendurnar á teimum fáu. Sostatt er, meira enn nakrantíð í nýggjari tíð, tørvur á sterkum fakfeløgum, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í gjár.
– Tí hvussu skal vanligi løntakarin húsast, tá tey múgvandi keypa alt inn undir seg, spurdi hann. Tað er hart at eiga pengar, tí tað kostar at eiga á bók, so keypihugurin er stórur og grammleikin er markleysur, segði hann.
– Her er onki heilagt, og tráðanin eftir at fáa ræðið á restini av fólksins ogn, eitt nú SEV, Føroya Tele og Posta, er ørandi, legði hann afturat.
Men hann vísir á, at pengarnir mugu setast í virðir, tað verið seg í feløg, jørð ella fastogn, har prísstøðið fer til himmals, og taparin er vanligi løntakarin.
Súni Selfoss sigur, at vit vilja ikki hava eitt samfelag, har munurin á okkum er so stórur, at summi svimja í pengum og onnur ikki hava ikki ráð til at seta búgv.
– Vanligi løntakarin skal snøgt sagt hava ráð at liva og virka í Føroyum og tí mugu fakfeløgini gera vart við seg og krevja størri part av kakuni, segði formaðurin í Starvsfelagnum, men hann staðfesti samstundis, at tað krevur nógv sterkari fakfeløg og nógv meira samstarv, enn nú.
– Politiska skipanin hevur ikki víst løntakaranum stóran áhuga og vit sóknast eftir at verða hoyrd og tikin við. Eitt nú vóru fakfeløgini ikki tikin við arbeiðið at gera hjálparpakkar í samband við koronu farsóttina. Hetta var ein gøla, tí sjálvandi skulu løntakarar verða hoyrdir og umboðaðir í slíkum umfatandi tiltøkum.
Hann sigur, at tí setti hann seg í samband við alla fakfelagsrørsluna, við tí fyri eyga, at tey skuldu samstarva og styrkja styrkja sína støðu ímóti politiska myndugleikanum og arbeiðsgevarunum.
– At enda vórðu vit heili 30 fakfeløg, sum tóku okkum saman í eitt sonevnt Fakfelagsráð og eftir hetta var
Fakfelagsráðið á fleiri fundum við alla politisku skipanina um tiltøk og hjálparpakkar, Men Súni Selfoss sigur, at í flestu førum var talan um kunningarfundir, tí tað merktist væl, at manga vóru avgerðirnar longu tiknar frammanundan, men tað varð tikið upp við Fakfelagsráðið, tí so kundu tey siga, at tey høvdu gjørt tað.