Tað er enn lív í Arsenal – fullkomin kreppa í Chelsea

Premier League: Arsenal vann í gjár 3-1 á Chelsea í seinasta dystinum í 34. umfari

Arsenal heldur framvegis lív í meistaravónini. Teir vunnu í gjár 3-1 á Chelsea á heimavølli. Arsenal er nú aftur nummar eitt, men hevur spælt tveir dystir færri enn Manchester City. Í Chelsea er kreppan fullkomin á vøllinum.

 

Arsenal fekk eina góða byrjan. Meðan Erling B. Haaland er í holt við at tryggja Manchester City meistaraheitið við sínum nógvu málum, so er ein onnur norsk stjørna í Premier League. Tað er liðskiparin hjá Arsenal, Martin Ødegaard. Hann skoraði til bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik økti Gabriel Jesus til 3-0. hesa løtuna sá Arsenal út sum eitt lið, ið er komið seg eftir eina misjavna gongd við fleiri minni góðum úrslitum í meistarastríðnum. Hin er kreppan í Chelsea fullkomin. Liðið hevur tapt allar seks dystirnar við Frank Lampard sum venjara.

 

Í seinna hálvleiki minkaðu gestirnir tó um munin. Noni Madueke, sum kom til frá PSV í januar, fekk sítt fyrsta mál fyri Chelsea. Tað bleiv tó ongantíð til meira enn tað sama. Bretskir miðlar skriva í dag, at tað er órógv í hópinum hjá Chelsea og at fleiri spælarar fóru at skeldast í gjár.

 

02.05Arsenal3:1Chelsea
01.05Leicester2:2Everton
30.04Liverpool4:3Tottenham
30.04Fulham1:2Manchester City
30.04Bournemouth4:1Leeds
30.04Newcastle3:1Southampton
30.04Manchester Utd1:0Aston Villa
29.04Brentford2:1Nottingham F.
29.04Brighton6:0Wolves
29.04Crystal Palace4:3West Ham
1Arsenal34246481:3978
2Manchester City32244484:3076
3Newcastle331811461:2765
4Manchester Utd32196749:3963
5Liverpool33168965:4256
6Tottenham341661263:5754
7Aston Villa341661246:4254
8Brighton31157961:4052
9Brentford341214852:4450
10Fulham331361445:4545
11Crystal Palace3410101435:4540
12Chelsea331091431:3839
13Bournemouth341161736:6439
14Wolves341071729:5037
15West Ham33971737:4734
16Leicester34862046:5930
17Leeds34791843:6730
18Nottingham F.34791830:6230
19Everton346111727:5229
20Southampton34662228:6024