Tað er eitt krav at vera í masku – tað er ikki eitt tilmæli

Fólk, sum ikki eru í masku, kunnu verða burturvíst

Myndin er frá Tórshavnar Býráð

Fríggjadagin 5. november kunngjørdi býráðið í Havn, at øll, sum brúkti Bussleiðina, skulu vera í masku. Nú ger býráðið vart við, at her er ikki bara talan um eitt tilmæli, men um eitt krav,

 

Kravið um masku er fyri at fyribyrgja, at smittan skal breiða seg og fyri at hugsa um tey sum ikki so væl tola at fáa koronu, sigur býráðið. Her verður hugsað um tey, sum eru í vandabólki ella sum hava onkran í familjuni, ella sum kenna onkran, sum ikki kunnu koppsetast ella, sum ikk tola at fáa koronu.

 

– Seinastu dagarnar hava fólk gjørt vart við, at tey eru ótrýgg, tí tað eru ikki øll sum koyra við Bussleiðini, sum eru í masku. Samstundis eru tað summi ivast í, um áheitanin hjá býráðnum skal skiljast sum eitt tilmæli ella eitt krav.

 

– Tí gera vit enn einaferð vart við, at øll sum koyra við Bussleiðunum, skulu vera í masku, og at talan er um eitt krav, sigur býráðið.

 

Býráðið sigur í eini fráboðan, at tað ber ikki til hjá bussførarunum at kanna koronupas og tí vilja tey hava øll at vera í masku, so at bussførararnir kunnu hava tankarnar á koyringini burturav. Bussførararnir hava heimild at nokta fólki, sum ikki eru í masku, at sleppa við.

 

Fólk, sum av heilsuligum ávum, ikki kunnu vera í masku, kunnu tó sleppa undan kravinum við at vísa bussføraranum eina læknaváttan, har tað stendur, at tery ikki tola at vera í masku.

 

Myndin er frá Tórshavnar Býráð