Tað er einki høpi í

Hetta er eitt groft misálit á okkum

 

- Tað er onki høpi í at fara av landinum við arbeiðinum,

 

Tað sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarum,

Og tað, hann sipar til, er ætlanin hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin, at fara av landinum við arbeiðnum

 

Føroyskir ráðgevarar sleppa ikki upp í part, tí tunlafelagið heldur ikki, at tey hava ta neyðugu styrkina til eina so stóra verkætlan,

 

- Tunlafelagið, og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, vísa føroyskum ráðgevarum misálit, tá sagt verður, at teir ikki eru førir fyri at tekna og projektera tunlarnar og at lyfta uppgávuna fíggjarliga, sigur Selmar Nielsen.

 

- Ráðgevarafelagið átalar, at ráðgevaravinnan ikki fær møguleika at bjóða seg fram og av órøttum verður kolldømd.

 

Selmar Nielsen sigur, at tað er ósatt, tá ið Tunlafelagið, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum siga, at føroyskir ráðgevarar ikki eru nóg sterkir til einaso stóra verkætlan, er ósatt.

 

- Føroyskir ráðgevarar kunnu tekna og projektera tunlarnar líka skjótt, líka væl og líka bíliga sum ein og hvør útlendsk fyritøka,  Eisini við tí fíggjarligu trygdini, sum krevst.

 

- Men í løtuni er støðan tann, at føroyskir ráðgevarar ikki so frægt sum sleppa at bjóða upp á verkætlanina, hóast kostnaðurin at projektera tunlarnar neyvan verður meira enn 1-2 prosent av samlaða byggikostnaðinum. Tað er sera margháttligt og átaluvert, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum.

 

Felagið heldur, at hetta er ein grov undirmeting føroyskum fakkunnleika, og at at hetta eisini máar álitið undan allari føroyskari vinnu.

 

- Føroyskir ráðgevarar hava lyft stórar verkætlanir í Føroyum í 50 ár, bæði um tunlar, vegir, bygningar, brýr og havnir. At tekna og projektera tveir tunlar aftrat, megna teir væl og virðiliga bæði fakliga og fíggjarliga, og tí er onki høpi í at fara av landinum við arbeiðinum, sigur Selmar Nielsen.