Í hesum tíðum samráðast Føroyar og Danmark um, hvussu tað skal lóggevast í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum. Men tað er eingin ivi um, at tað eru vit í Føroyum, sum gera av, hvat stendur í nýggju lógini. Tað sigur løgmaður, nú hann svarar einum spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
Løgmaður sigur, at eins og onnur lond, hevur Danmark fingið nýggja lóg um veitaratrygd á fjarskiftisøkinum. Danski forsætisráðharrin vil hava, at líknandi lóggáva kemur í gildi í Føroyum og tað tekur løgmaður undir við. Men sjónarmiðið hjá donsku myndugleikunum er, at talan er um eitt mál, sum fevnir um uttanríkismál, trygdarpolitikk og verjupolititikk, og tað eru málsøki, Føroyar ikki hava yvirtikið. Sostatt siga danskir myndugleikar lógin á hesum øki skal vera ein ríkislóg, sum Fólkatingið samtykkir.
Men løgmaður sigur, at Landsstýrið tvíheldur um, at hetta ein lóg, sum kemur undir fjarskiftið, og tað hava vit yvirtikið. Tískil er tað Løgtingið, sum skal gera eina lóg, sum er galdandi fyri Føroyar á hesum øki, og ikki danska Fólkatingi.
Men løgmaður sigur eisini, at tað er vanligt, í eini løgtingslóg, at tað eisini ber til at koma inn á málsøki, sum ikki eru yvirtikin - um so er, at tað er ein nátúrligur partur av lóggávuni.
Hann sigur, at ósemjan hevur ført við sær, at nú er stígur komin í arbeiðið at gera eina nýggja fjarskiftislóg, men tingingar eru ímillum Føroyar og Danmark um eina virðiliga loysn, sum løgmaður málber seg.
Men løgmaður staðfestir, at tað er eingin ivi um, at tað eru Føroyar, sum hava ta seinasta orðið um, hvussu lógin skal orðast. Samstundis vísir hann á, at tað hendir seg ofta, at føroysku og donsku sjónarmiðini ikki sampakka, men aloftast hevur tað hevur borið seg til at samráðst seg fram til eina semju.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at danir hava verið lagaligir, tí Føroyar hava áður lóggivið um øki, sum annars vóru mett at vera trygdarpolitikkur, uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur. Hann vísir á, at vit hava lóggivið um forboð fyri at handla við ávís lond tí at ST hevur mett, at trygdin er ikki nøktandi.
Trygdarpolitiska økið broytist alla tíðina. Í gomlum døgum var býarætlan og veðurforsagnir hernaðarmál, men soleiðis er tað ikki longur. Nú er teldutrygd sera týdningarmikil í trygdarpolistiskum sambandi og tað er væk skiljandi, sigur løgmaður.