Tað er drepandi fyri judo

Tær smærru ítróttargreinarnar hava ikki góðar umstøður í Føroyum.

Í seinasta mánadagsblaði hjá Sosialinum stóð at lesa, at borðtennis í Tórshavnar kommunu livir undir somikið jánkasligum umstøðum, at tað er vandi fyri, at ítróttargreinin dettur niðurfyri. Hóast kommunan hevur givið lyfti um at betra umstøðurnar, so er lítið og einki hent.


Í blaðnum í dag stendur at lesa, at umstøðurnar eisini eru vánaligar hjá judo. Eins og borðtennis, so eigur judo ikki egin høli at vera í, og útgerðin er farin langt út tum seinasta nýtsludag. Mátturnar, sum vant og kappast verður á, eru skjótt 30 ára gamlar.


Drúgv samrøða er í blaðnum í dag við formannin í Havnar Judofelag, Jan Günther, sum peikar á hvat tað er, sum er drepandi fyri judo í høvuðsstaðnum og eisini aðrastaðni í landinum.