Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal nú greiða frá um hann ætlar at gera nakað fyri at loysa trupulleikan ið hevur tikið seg upp í ferðasambandinum ímillum Havnina og Suðuroynna.
Tað er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú reisir málið í Løgtinginum. Hann vísir á, at í november í fjør hittust umboð fyri alt vinnulívið í Suðuroynni og Strandferðslan, umframt umboð fyri politiska myndugleikan, at tosa um ferðasambandið til og úr Suðuroynni. Eitt, sum vinnulívið legði stóran dent á, var, at tað er ein alsamt veksandi trupulleiki at fáa farm til og úr Suðuroynni.
– Partarnir samdust um, at ein varandi loysn skuldi finnast beinanvegin, sigur Bjarni Hammer.
Men hann staðfestir, at síðani hevur einki verið at frætta, men tað er gerandiskostur, at Smyril er seinkingar og tað hendir seg oftari og oftari, at bilar eftir. Tað er ringt hjá teimum, sum ferðast, at leggja ferðirnar til rættis, tí tað er sjáldan nøkur trygd fyri, at tey fáa bilin við.
Ferðandi, sum skulu av landinum, mugu aloftast av oynni dagin fyri, fyri at vera vís í at lukkast til flogfarið, sigur hann.
Bjarni Hammer sigur, at einasta loysnin, sum kann taka trýstið av Smyrli beinanvegin, er at fáa eitt skip at sigla við farmi ímillum Havnin og Suðuroy. Hann sigur, at hetta hevur Strandferðslan víst á i fleiri ferður.
– Framtíðarútlitini fyri Suðuroynna er, at vinnulívið mennist alsamt, umframt, at tað er stórur áhugi fyri at flyta til oynna at seta búgv, og tað eru eisini alsamt fleiri ferðafólk, sum vilja sleppa til Suðuroynna.
Tí vil Bjarni Hammer hava Jørgen Niclasen at greiða frá um hann ætlar at útvega eitt skip afturat til at sigla við farmi ímillum Suðuroynna og Havnina. Og um so er, at tað verður arbeitt við eini slíkari ætlan, skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvussu langt arbeiðið er komið.