- Tað skal onki byggjast á Skálatrøð, fyrrenn eitt nýtt parkeringshús er gjørt.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Talan hevur verið um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð og samstundis hava røddir eisini verið frammi um at byggja nýggjan Musikkskúla á Skálatrøð.
Tað hevur fingið vinnulívsfólk í miðbýnum ar rópa varskó, og eitt nú hevur Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen, lagt adressu í handlar og stovnar at mótmæla, at nakað sum helst verður bygt í Skálatrøð, tí parkeringsviðurskiftini eru so vánalig.
Tað er longu ruðuleiki sum er, sigur hann, so hann torir ikki at hugsa sær, hvussu verður vorðið, tá ið Tjóðpallur, ella annað, er bygt á Skálatrøð eisini.
Og nú ger Heðin Mortensen, borgarstjóri greitt, at tað er mestsum klárt at byggja parkeringshús á Skálatrøð.
- Tað er fyrireikað, og tað er bara at trýsta á knøttin, so verður arbeiðið sett ígongd, sigur hann við Rás2.
Hann sigur, at talan er um eitt parkeringshús til 250 bilar, men tað verður ikki ókeypis at parkera har.
Hvussu nógv tað fer at kosta, er kortini ikki greitt enn.
Hinvegin leggur hann afturat, at verður Tjóðpallurin, ella annað, ikki bygt, er heldur ongin orsøk til at byggja parkeringshúsið.
- Hinvegin var endamálið við at spreingja eitt stórt pláss á Skálatrøð, at tað skuldi vera ymiskt virksemi har, leggur borgarstjórin afturat.