Eftir góða avrikið og 2-0 heimasigur ímóti Moldova var spurningurin, hvussu tað fór at hilnast í kvøld. Ímóti Gibraltar vóru Føroyar roknaðar at vera heilt stórur favorittur, og so var spurningurin, hvussu føroyska liðið fór at megna at vera í hesum lítið vanda leiklutinum.
Tað megnaði føroyska liðið sera væl. Úrslitið var 5-0 sigur eftir 2-0 í fyrra hálvleiki, og fimti sigurin í seks teimum seinastu kappingardystunum.
Tónin varð sligin ann beinanvegin, tá ið Heidi Sevdal royndi seg, og bólturin brast í stólpan.
Eitt lítið sindur av fjáltri vísti seg fyrstu minuttirnar, men so fingu føroysku kvinnurnar tak á spælinum, og tá ið Eyðvør Klakstein hegnisliga hevði plaserað bóltin í málið eftir innlegg frá væl uppløgdu Jensu Tórolavsdóttir í vinstru, var eingin ivi um, at Føroyar fóru at vinna.
Mótstøðuliðið megnaði sjáldan at seta føroyska liðið undir trýst. Tær úr Gibraltar vóru sjáldan í føroyska brotsteiginum. Birita Ryan og Durita Hummeland vóru tryggir miðverjar frammanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen, sum tað ongantíð var neyðugt hjá at spíla seg út millum stólparnar, og Julia Naomi Mortensen og Tórunn Højgaard Joensen vóru tryggir vongverjar, og serliga lá tað væl fyri hjá Tórunn við neyvum innleggum og deyðbóltum.
Sanna Svarvadal og Eyðvør Klakstein vóru góðar á sentrala miðvøllinum, Ásla Johannesen og Jensa Tórolvsdóttir vóru stinnar í gjøgnumbrotum í borðunum, og Sara Lamhauge og Heidi Sevdal vóru raskar í álopinum. Og tað hevði eisini týdning, at fleiri aðrar eftir steðgin fingu høvi at royna seg.
Eftir eitt tvey samanspæl við Áslu Johannesen økti Jensa Tórolvsdóttir um leiðsluna til 2-0 við fínum langskoti av brotsteigarmarkinum, og eftir steðgin var yvirvágin uppaftur størri, meðan mótstøðuliðið ikki tóktist rokna við møguleikanum.
Eitt lítið korter eftir steðgin økti Heidi Sevdal um munin til 3-0 við fluktara, og fram ímóti dystarenda var tað sera væl upplagdi liðformaðurin Ásla Johannesen, sum við tveimum málum staðfesti stórsigurin.
Í fyrra førinum var tað við fínum skoti, tá ið hon sendi bóltin heilt upp í málhornið.
##med2##
Føroyar – Gibraltar 5-0 (2-0)
Nations League kvinnur
1-0: Eyðvør Klakstein 20.
2-0: Jensa Tórolvsdóttir 27.
3-0: Heidi Sevdal 58.
4-0: Ásla Johannesen 88.
5-0: Ásla Johannesen 93.
Dómarakvartett úr Portugal: Teresa Oliveira, Cátia Tavares, Cristiana Moreira Costa og Ana Afo (4. dómari)
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen (Jancy Mohr, 46.), Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein (Rúna Jacobsen, 82.), Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir (Rakul Sørensen, 63.) – Sarita Lamhauge (Fridrikka Clementsen, 46.) – Heidi Sevdal (Petra Hoydal, 63.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðgerð Mikkelsen, Anna Katrina Mikkelsen, Maria V. Johansen, Anna Brændstrup
Gult kort: eingin
Venjari: Pætur Clementsen