Nú altjóða tíðindaflutnigur sum Aljezera, DR1 og BBC, hava varpað ljós á kvinnu-flýggjanina úr Føroyum, síggi eg tað neyðugt, at skriva hetta lesarabræv. Eg vil varpa ljós á nøkur samfelagsviðurskifti, ið á ein hátt hanga saman, tey kunnu als ikki skiljast, uttan at ein skilur heildina.
Jóhan Dahl, landstýrismaður, segði í útvarpinum fyri uml. 1 ári síðani, at hann ynskti at vita “duldu og ókendu” grundirnar til hesa støðu, ið vit eru komin í í Føroyum. Her vil eg greiða frá nøkrum av grundunum, sum eg ikki havi sæð samfelagið varpað ljós á. Mín sjónarvinkul er út frá partvís mær sjálvari, og síðani teim kvinnum, eg kenni og veit um kring um landið.
Fyrst vil eg spyrja lesaran: Prøva og hygg rundan um teg – hvørji arbeiðspláss í tínum umhvørvi hava arbeiðstíð mán.-fríggjadag frá kl.8-16? Hvørji hava arbeiðstíð áleið 07-18, 07-23, leygardag, døgnvaktir, heilidagar, skiftandi arbeiðstíðir o.s.v.?
Eg vil her lýsa støðuna hjá heilt, heilt nógvum kvinnum í Føroyum, sæð út frá mínum sjónarhorni, nevniliga:
· Kvinnum, ið starvast skiftandi arbeiðstíðir
· Liva saman við maka, ið starvast uttanlanda/á sjónum
· Generatiónin 60+
· Støkum uppihaldarum
· Kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð
Kvinnur, ið starvast skiftandi arbeiðstíðir
Føroya land útbúgvir út móti 100 kvinnum árliga til serligu kvinnu-fakini – nevniliga heilsuhjálpara, heilsurøktara, sjúkrarøktarfrøðing, námsfrøðing. Tað merkir, at út móti 80-90% av hesum kvinnum, skulu byrja eitt arbeiðslív við skiftandi arbeiðstíðum, á starvsplássum, ið eru opin hvønn dag í árinum, hvønn tíma á degnum.
Stjórin í Vinnuhúsinum Marita Rasmussen nevdi í útvarpinum, at tá landið bjóðar eina útbúgving og stuðul, er tað út frá tí roknistykki, at borgarin fer at starvast fulla tíð til pensjónsaldurin. Hetta fyri at gjalda landinum kostnaðin fyri útbúgvingina aftur yvir skattin. Meini meg hava skilt boðskapin rætt.
Onnur starvspláss við skiftandi arbeiðstíðum og døgn-vaktum, hjá bæði kvinnum og monnum, eru m.a. innan ferðavinnuna, handilsvinnuna, fiskivinnuna, hjá løgregluni o.s.v. til hesu skeivu tíðir - Hvør kann tá ansa børnunum?
Kvinnur, ið liva saman við maka, ið starvast uttanlanda/á sjónum/skiftandi tíðir uppi á landi
Tað er júst almannakunngjørt at 2106 føroyingar starvast uttanfyri Føroyar, men hava bústað í Føroyum. Mín fyrsti tanki er, at meginparturin er heilt vist menn, tó víst eisini nakrar kvinnur. Næsti tankin er, hvør er aldursbólkurin á teim monnum, ið starvast burturi – er tað t.d. í aldrinum, tá børnini vera fødd og eru smá, vit kunnu siga uml. 25-40 árs aldri - hvar starvast tá kvinnurnar hjá hesum monnum? – um ein slík finnst;) Eiga hesir menn børn í “ansingar-aldri”, og starvast kvinnan t.d. skiftandi arbeiðstíðir, ella bara á starvsplássi, ið opnar kl.07 ávísar dagar / steingir ávísar dagar kl.18, starvast leygardag/sunnudag/heilidagar. Hvør kann tá ansa børnunum?
Generatiónin 60+
Í 1970´unum, tá barnaansing byrjaði at verða ein “trupulleiki”, vóru so smátt barnagarðar settir á stovn. Tí nú arbeiddu flestu mammurnar á starvsplássum, og ikki bert heima við hús.
Tá eg annars hyggi rundan um meg, soleiðis runt í Føroyum, meini eg, at næstan øll, sum eru 60+, starvast fulla tíð. Og eisini fleir av teim 60+ ára gomlu í t.d. skiftandi vaktum.
So hugsi eg, at soleiðis var kanska ikki fyri 10-15-20 árum síðani, tí krakellerar korthúsið fyrst nú í Føroyum? Tá starvaðist omman ella abbin kanska niðursetta tíð, ella var heimagandi? Eg veit tað ikki, so tak meg ikki í tí! Um so var, ímyndi eg mær, at tey hava kunnað ansa børnunum, tær tíðir barnagarður ikki hevði opið. Men korthúsið (Føroyar) krakkelerar, og fleiri kort detta niður fyri hvønn dag (fólkið flytir av landinum)! Tí fleiri, fleiri, fleiri kvinnur fáa ikki arbeitt, og tjent sær til lívsins uppihald – tær skulu kanska møta ávísar dagar, sum sagt oftani her áður, kl.07, ella til kl.18, ella bara leygardag, sunnudag, ella ... skiftandi arbeiðstíðir, ella døgn-vakt, men fáa ikki arbeitt. Tí um ein omma ella abbi er, og arbeiða fulla tíð - Hvør kann tá ansa børnunum?
Stakir uppihaldarar
Í Føroyum er tað soleiðis í dag, at fleiri eru/ella gerast stakir uppihaldarar. Tá er inntøkan ein, bert ein. Um staki uppihaldarin hevur børn, fær hann mest sannlíkt barnapening afturat. Vit kunnu ímynda okkum eina kvinna, sum er støk, børn í ansingar-aldri og hevur eina útbúgving til skiftandi arbeiðstíðir. Velur hon at taka aðra útbúgving, ið passar til føroysku barnaansingar-tíðirnar, er tað tá gjørligt hjá henni at gjalda hesar 2 útbúgvingar aftur til landið? Sum landið hevur roknað út, at ein fer. Tað er forrestin eitt fakta, at soleiðis gera fleiri kvinnur í Føroyum, fyri at yvirliva í Føroyum. Velur henda kvinna t.d. ikki aðra útbúgving, flytir hon mest sannlíkt til Danmarkar. Her finnst peningalig hjálp, og døgnansing.
Um henda kvinna ikki vil úr Føroyum, og ikki ber til at taka aðra útbúgving – hvussu skal hon tá gera? Børnini eru í ansingar-aldri, og kvinnan “ynskir” veruliga at arbeiða, men eingi avvarðandi/vinir/kenningar hevur, ið kunnu ansa alla tíðir uttan um føroysku barnaansingar-tíðirnar – sum er mánadag-fríggjadag kl.07.15-17.00, yrkadagar. Hvar kann viðkomandi so arbeiða? Í handilsvinnuni, fiskivinnuni, ferðavinnuni, heilsuverkinum, almannaverkinum verður vantað, at tú kanst arbeiða aðra tíðir. Men - Hvør kann tá ansa børnunum?
Kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð
Í blaðnum “KVINNA” varð í fjør sett fokus á forkelaðu føroysku kvinnuna. Hetta tema vísti, at 65% av føroysku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Tað er ein trupulleiki, verður pointerað av teimum, ið eru við í greinini “Forkelaðar Húsmøður”. Mín heilt avgjørda mynd av føroysku kvinnuni, er ein sterk, sjálvbjargin, harðfør og flott kvinna. Ikki ein forkelað húsmóðir;)
Ja, so hugsi eg:... Vit kunnu líka seta okkum inn í støðuna hjá nøkrum av hesum forkelaðu húsmøðrum í Føroyum: (hetta er ikki galdandi fyri allar kvinnur í Føroyum, men fyri heilt, heilt nógvar):
Maðurin er av landinum til arbeiðis áleið 50% av árinum, tit eiga 2-3 børn í ansingar-aldri, tú hevur eitt starv við skiftandi arbeiðstíðum. Tað er til tíðir / oftani torført at finna barnagentu, tá maðurin ikki er heima. Okey, hvat er at gera? Jú, sum nr. 1 kvinnan fer niður í tíð, kanska bert tekur arbeiði, ið passar til barnaansingar-tíðirnar. Henda kvinnan kemur tískil í puljuna “kvinnur sum arbeiða niðursetta tíð”.
Nr. 2 kvinnan velur at vera heima, meðan børnini eru smá. Peningarliga gongur tað, tí inntøkan hjá manninum er góð. Tískil er eisini væl møguligt at fáa fleiri børn.
Síðani hugsi eg: Um kvinnan hevur ein mann sum starvast skiftandi tíðir / døgnvakt uppi á landi, tey hava 2-3 børn í ansingar-aldri, og hon hevur eitt starv við skiftandi arbeiðstíðum, ella bert møta ávísar dagar kl.07, liðug kl.18, ella leygardag, sunnudag. Tað er oftani torført at finna barnagentu. Hvussu tá? Peningaliga stendur ikki væl til. Maðurin tjenar eina miðal løn. Men teimum tørvar 2 inntøkur. Kanska henda kvinnan hevur útbúgving, men bara ikki møguleika at arbeiða fulla tíð. Maðurin arbeiðir fulla tíð, og hetta skal ikki broytast, tí hansara løn er hægri. Kvinnan fer tí niður í tíð, og er hervið í puljuni “kvinnur sum arbeiða niðursetta tíð”. Um kvinnan ikki fer niður í tíð – Hvør kann tá ansa børnunum?
Vónandi er mín boðskapur greiður, og vónandi traðka fleiri kvennkyn framm í fjølmiðlaljósið, og greiða frá, hvussu teirra land liggur. Ella hví tey eru noydd at flyta til eitt annað land!
Føroyar eru í dag ikki innrættaðar til tey ymisku føroysku húsarhaldini og til tey ymisku starvsøkini. Útvegin síggja vit hvønn dag: fólkið rýmur, arbeiðir niðursetta tíð, koma í ALS, fáa færri børn. Hvør er so loysnin? Jú, sum starvslýsingin oftani sigur “Sært tú møguleikar og loysnir, heldur enn forðingar ... “, her ynski eg at leingja hetta eyðkenda sitat við: “Dugir tú at síggja trupulleikarnir, og hvussu teir kunnu verða loystir, ert tú rætta starvsfólkið!”. Við hesu grein, havi eg tikið eitt stórt trupulleika-øki í landinum upp til yvirflatuna, tí vóni eg hervið, at land og kommunur finna loysnina.