Samtykkir Løgtingið, at privata felagið skal gera og reka Eysturoyartunnilin, verður kollvelting í Føroyum, heldur Christian Andreasen, løgfrøðingur.
Christian Andreasen var sera bersøgin á fundi, sum Havnar Framburðsfelag hevði um Eysturoyartunnilin mánakvøldið. Løgfrøðingurin fór so langt sum at kalla tað vitloysi, um núverandi uppskot um privatan Eysturoyartunnil var samtyktur, og hann segði, at so verður kollvelting í Føroyum.
- Eg hevði aldrin ímynda mær, at eg skuldi koma í eina støðu, har samgongan í fullum álvara leggur eitt uppskot fyri Løgtingið, har innihaldið er loyniligt. Tað er fullkomið vitloysi, segði hann.
Christian Andreasen førdi eisini fram, at tað er púra galið, at samgongan ætlar at geva einum privatum felagið rættin til Eysturoyartunnilin, uttan at hava nakra sum helst ávirkan á prísin fyri at koyra ígjøgnum.
- Eg havi aldrin hoyrt um at slík loyvi, uttan at myndugleikin eisini setir treytir við, hvussu prísstøðið skal vera. Tað kenna vit bæði frá SEV og Føroya Tele, fyri at nevna tvey dømi, segði hann.
Christian Andreasen spurdi, hvussu Fólkaflokkurin kann atkvøða fyri einum uppskoti, har tey ikki vita so frægt sum, hvussu stórt avkastið hjá privata felagnum verður, og har ongin áhugi er fyri avkastinum.
Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, vardi avgerðina hjá Fólkaflokkinum, har øll tingmanningin uttan Bjarni Djurholm tekur undir við einum privatum tunli.
Jákup Mikkelsen segði seg ikki duga at síggja trupulleikan í, at eitt privat felag vil sleppa at gera eitt hol undir Tangafirði og hann helt ikki, at tað var gamalt, at Fólkaflokkinum var bangin fyri, at nakar hevði vinning.
- Hetta er ein íløga, Landskassin onki hevur at gera, men afturfyri fær landskassin ráð til at gera Sandoyartunnilin, segði Jákup Mikkelsen.










