- Tað er stuttligt at koma oman á bryggjuna, tá teir báðir bátarnir, sum rógva við línu út frá Vági, koma aftur av útróðri við gyltari veiði.
Tað skrivar Hans í Líðini, Hans Joensen í Vági, á sínari facebook-síðu seinnapartin í dag.
Hann veit at siga, at glastrevjabáturin, Svanur, hevur avreitt tríggjar ferðir hesa vikuna, ávikavist 5400, 7200 og 7000 pund hvønn dagin.
- Hetta eru helst størstu línudagar síðani 2003. Hin báturin, Petur M, hevur eisini fiskað væl. So, her sær betri út.
Hans í Líðini reisir eisini spurningin, hvaðani fiskurin kemur. Hann vísir á, at í heyst sóust tekin um betri fiskiskap, og nú eftir nýggjár hevur tað bragdað á øllum miðum.
- Fiskurin, sum Svanur fekk í dag og í gjár, er stórur fiskur, og hann er sera væl fyri. Tí skal tað vera løgið, um hesin fiskur hevur krógvað seg inni í taranum, til hann nú er eini fýra ella fimm ára gamal.
Hans í Líðini vísir á, at tá hann var um 10 ára aldur, róðu 22 dekksfør út av Vági við línu, men nú eru tað bert tveir glastrevjabátar sum rógva út.
- At hesir báðir eru líka so effektivir, sum allir hinir 22 vóru tá, er bara ikki veruleiki. Gylta veiðan er tykkum útróðrarmonnum væl unt. Koyrið á - og so er at ynskja, at prísurin fer at halda sær, skrivar kendi vágbingurin á sínari facebook-síðu í dag.