Tað besta var tá vit fingu okkara triðju dóttir

Andrew á Fløtum hugleiðir um árið sum fór, og útlitini hann hevur fyri nýggja árið.

 

Andrew av Fløtum er ein 35 ára gamal maður, pápi og HBari. Hann spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 1996, og hevur bara spælt við HB í Føroyum. Eitt tíðarskeið var hann í Danmark og tá spældi hann við Fremad Amager, og kom síðani heim aftur til HB eftir tað. Andrew á Fløtum hugleiðir um árið sum fór, og útlitini hann hevur fyri nýggja árið.

 

Hvør var størsta upplivingin innan fótbóltin í 2014?

At vit vunnu okkum víðari í Champions League tá vit spældu ímóti Lincon FC. Persónliga var tað aftur ein stór gleði, at spæla fyri barndómsfelagið.

 

Hvat er tað besta, ið er hent tær í 2014?

Tað besta, sum er hent mær í ár var tá vit fingu okkara triðju dóttir.

 

Hvør átti flottasta málið í Effo deildini í ár?

Vakrasta málið í Effo 2014 var málið hjá Fróða Benjaminsen ímóti KÍ

 

Hvussu eru umstøðurnar hjá Føroyskum fótbóltsleikarum í dag?

Eg haldi at flest øll feløg hava góðar umstøður til leikararnar

 

Hvat ynskir tú fyri føroyskar fótbóltsleikarar og umstøður teirra í nýggja árinum?

Eg sakni at fótbólturin savnar seg um, at fáa bygt eina fótbóltshøll. Tað hevði verið við til at gjørt fótbóltin til ein heilársítrott, har ein kapping eisini kundi verið um veturin. Hetta hevði verið eitt gott høvi, hjá ungum leikarum serliga, at ment seg, og eisini fingið meir spælitíð.

 

Hvat vilt tú helst gloyma í 2014?

Eg eri ikki ein persónur sum hevur hug at gloyma. Tað eru ávísar hendingar í ár, sum hava verið minni góðar, men tær havi eg valt at taka við mær, so eg kann læra av teimum í framtíðini.

 

Hvørji mál hevur tú sett fyri 2015?

At alt tað eg takist við skal gerast við heilum huga!