Tað er ikki altíð samanhangur í millum talið á landsstýrisfólkum og útreiðslunum til fyrisitingina. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Tá ið hendan samgongan varð skipað, varð talið á landsstýrisfólkum hækkað upp í níggju. Undanfarna samgonga hevði sjey landsstýrisfólk og nú vildi Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hava løgmann at greiða frá, hvussu nógv hetta fer at kosta.
Hann sigur, at eitt av høvuðsevni hjá sitandi samgongu var, at nú skal skil fáast á fíggjarliga oyðslinum og hann heldir, at tað er ein stór andsøgn ímillum orð og gerðir, tá ið talið á landsstýrisfólkum nú verður hækkað.
Men løgmaður sigur, at hetta er ikki so einfalt, tí tað er ikki altíð samanhangur í millum talið á landsstýrisfólkum og útreiðslunum til fyrisitingina. Tá ið undanfarna landsstýri varð skipað í 2019, lækkaði talið á stjórnarráðum úr átta niður í sjey. Men kortini vaks talið á ársverkum, og útreiðslurnar øktust í stjórnarráðunum.
Somuleiðis hevur landskassin, ein stóran part av 2022, rindað løn til 10 landsstýrisfólk, sjálvt um tað bert vóru sjey stjórnarráð, tí fleiri útskiftingar vóru í undanfarna landsstýri. Hetta var tí, at Fólkaflokkurin skifti trý landsstýrisfólk upp og tey skulu øll hava bíðiløn.
Tað ber ikki at gera neyvt upp, hvat tað fer at kosta at hækka talið á stjórnarráðum úr sjey og upp í níggju. Ein orsøk til tað er, at nakrar starvssetanir enn eru fyribils, sigur løgmaður.
Men tað er greitt, at løn skal rindast til nýggju landsstýrisfólk, ístaðin fyri sjey. Harumframt skal løn og eftirløn rindast til tveir aðalstjórar aftrat. Her er tó talan um tveir deildarstjórar, sum vóru í starvi frammanundan og tí er kostnaðurin ikki full tvær fullar aðalstjóralønir, men bara munurin ímillum eina aðalstjóraløn og deildarstjóralønina, sum tey fingu frammanundan.
Er talið á starvsfólki í fyrisitingini annars tað sama, er kostnaðurin eisini tann sami eftir at broytingin er framd. Tey nýggju stjórnarráðini húsast í verandi bygningum, sum landið er í. Tí eru ongar eyka útreiðslur av at dagføra ella leiga høli, sigur løgmaður.
Aksel V. Johannesen sigur, at Landsstýrið strembar eftir, at talið á starvsfólkum ikki skal hækka orsakað av tí at talið á stjórnarráðum er økt. Hinvegin kann tað vera neyðugt at hækka talið á starvsfólkum, um okkurt øki skal mennast. Sum dømi kann nevnast, at samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka nøkur málsøki frá donskum myndugleikum, og tá er neyðugt at seta fólk til umsitingina í hesum sambandi.
Ein orsøk til, at talið á stjórnarráðum verður hækkað úr sjey og upp í níggju, er tí at samgongan hevur sett sær fyri at leggja størri dent á umhvørvismál, sum nú fær sítt egna stjórnarráð. Og samstundis fær málsøkið »børn og útbúgving«, sítt egna stjórnarráð. Eisini kann nevnast, at nøkur málsøki seta størri krøv enn áður, eitt nú trygdarmál og verjumál.
Hinvegin sigur løgmaður, at eftir hansara tykki er tað neyðugt at hyggja eftir útreiðslunum sum heild ístaðin fyri bara at hugsa um talið á starvsfólkum í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum, tí tey eru bara ein lítil brøkpartur av almennu ársverkunum.
Í 2015 vóru 143 fulltíðarstørv í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum, og tað var 3,18 prosent av øllum størvunum hjá tí almanna. Í 2022 vóru 157 fulltíðarstørv í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum og tað eru 2,96 prosent ev øllum størvunum hjá tí almenna.
– So hóast starvsfólkini eru eitt sindur fleiri í tali, eru vøksturin lutfalsliga minni enn talið á ársverkum hjá landinum sum heild. Sostatt verður almenna fyrisitingin alsamt effektivari, sigur løgmaður.











