Privata tunnilsloysnin, sum Kári P. Højgaard arbeiddi við, er nú endaliga jarðað. Landsstýrið hevur fingið eitt tilmæli frá einum serfrøðingabólki, sum mælir til tvinnar loysnir.
Eysturoyartunnilin skal gerast, antin av einum almennum partafelag ella eftir APS-leistinum, tað vil siga í almennum-privatum samstarvi.
Hinvegin mælir serfrøðingabólkurin frá at lata tað almenna sjálvt standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis verður mælt frá eini reint privatari loysn.
Landsstýrið hevur tikið tilmælini til sín, og tí verður Eysturoyartunnilin antin gjørdur av einum almennum partafelag ella í samstarvi við eitt privat felag.
- Formenninir í samgonguflokkunum og samgongumeirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fara nú at arbeiða víðari við hesum báðum møguleikunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Sambært landsstýrismannninum staðfestir frágreiðingin, at Eysturoyartunnilin er ein íløga, sum lættliga kann hvíla í sær sjálvum.
- Hinvegin er púra greitt, at tað almenna má standa fyri Sandoyartunnlinum, sum ikki hevur somu inntøkumøguleikar sum Eysturoyartunnlinum, sigur Jørgen Niclasen.
í játtanarkørmunum fyri 2014 standa seks milliónir krónur at brúka til Eysturoyartunnilin og fimm milliónir krónur til Sandoyartunnilin.
Hóast landsstýrið sigur seg vilja gera báðar tunnlarnar næstu árini, so leggur landsstýrismaðurin dent á, at játtanarkarmarnir skulu haldast.
- Avbjóðingin er at finna eina loysn, sum ber til, bæði politiskt og fíggjarliga, sigur Jørgen Niclasen.
Frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum verður almenn seinnapartin.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.










